2015-07-03 16:29
FESTIVALUR: Fyrireikararnir av tónleikafestivalinum ???við Múrin??? hava søkt Landsverk um loyvi til at steingja vegin til Kirkjubøar, meðan festivalurin er. Hetta hevur stovnurin givið loyvi til. Møguleiki verður fyri at parkera við Gomlurætt, haðani ókeypis bussar flyta fólk víðari til og úr Kirkjubø.
Undir festivalinum ???við Múrin??? verður Kirkjubøarvegurin stongdur frá avkoyringini oman fyri Gomlurætt til Kirkjubøar til og við náttina til sunnudagin, tá festivalurin endar.
Festivalfyrireikararnir skipa soleiðis fyri, at lokalir bilar fáa koyriloyvi, umframt at fyriskipa ókeypis busskoyring millum Kirkjubø og Gomlurætt, har tað er møguleiki er fyri at seta bilin frá sær. Loyvt er tó ikki at kampera við Gomlurætt.
Eisini leggur Landsverk dent á, at virksemið ikki má vera til ampa fyri ferðsluna til og úr Sandoynni.
Afturat oman fyri nevndu treytum, eru treytirnar í loyvinum til festivalin ???við Múrin??? hesar:
- Ferðsla til og frá Kirkjubø, sum ikki hevur samband við festivalin, skal hava minst møguligan ampa av festivalinum
- ???Við Múrin??? fær loyvi at brúka økið hjá Landsverki á Gomlurætt til parkering og heldur skil á parkeringini
- Gjald verður ikki tikið í sambandi parkering á Gomlurætt.
- Landsverk hevur ikki ábyrgd av festivalparkeringini á Gomlurætt og møguligum skaðum á bilar í sambandi við hetta
- ???Við Múrin??? setir upp skelti, ið greitt vísir, hvat er Sandoyarleiðin, og hvat er festivalparkering. Eini 10-15 pláss skulu vera tøk til parkering til Sandoyarleiðina.
- ???Við Múrin??? setir upp hegn, endurskinsband ella líknandi, sum avmarkar festivalparkeringsøkið
- Tá parkeringsøkið er fult, kunnu fólk parkera fram við landsvegnum
- ???Við Múrin??? setir upp hegn, endurskinsband ella líknandi, sum avmarkar festivalparkeringsøkið
- Tá parkeringsøkið er fult, kunnu fólk parkera fram við landsvegnum
- ???Við Múrin??? heldur almenna wc á Gomlurætt reint eftir tørvi festivaldagarnar. Landsverk syrgir fyri, at wc er opið hesar dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald