Í gjárkvøldið hittust FTZ-liðini KÍF og VÍF í Kollafirði. Undan dystinum stóð á jøvnum á stigatalvuni, millum hesi bæði liðini, sum kappast um at koma í finaluna saman við H71, sum uttan iva verður 1. liðið í finaluni.
Tað var KÍF, sum dróg longra stráðið, teir vunnu 31-28 eftir at hálvleiksstøðan var 15-14.
Í fyrru helvt av fyrra hálvleiki var tað VÍF, sum lá omaná, men sum hálvleikurin leið fekk KÍF leiðsluna, KÍF førdi í hálvleikinum vvið 15-14.
KÍF byrjaði betri uppá 2. hálvleik, VÍF fekk eisini tvær útvísingar tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið 10 minuttir vóru leiktir førdi KÍF 22-17, sigast skal á kollfiðringarnir kempaðu væl hesa tíðina. KÍF førdi restina av hálvleikinum og vunnu dystin 31-28, sum má sigast at vera fult uppiborðið - KÍF-arnir stríddust meira og vístu nógv meira vilja at vinna, enn hvat VÍF-arnir vístu.
KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlingdal, Andrias Nielsen 6, Fríði Weihe 3, Tony Weyhe, Poul F. Egholm, Teitur Joensen 5, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Rógvi Weihe, Rúni Joensen 4 og Jákup Trygvason 3.
VÍF: Sámal Joensen, Rúni Joensen, Danny Brant, Hanus Christoffersen 3, Julian Olsen 7, Áki Egilsnes 6, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Nunnu Lars Olsen 2, Magnus Matras, Heini Hanusarson og Filip Jojic 10.
Støður:
5. min. 2-3
10. min 4-6
15. min. 7-8
20. min 9-10
25. min 12-11
30. min 15-14
35. min. 19.15
40. min. 22-17
45. min. 24-21
50. min. 25-22
55. min. 29-25
60. min 31-28
Dómarar: Niclas Niclasen og Alexander Johansen
Áskoðarar: 175
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald