Í FTZ-deildini tók KÍF í dag ímóti Neistanum, KÍF vann tryggan sigur 26-19 eftir hálvleiksstøðuna 11-10 til KÍF.
Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleik, tey skiftust um at liggja omaná, men tá ið farið var til hálvleiks, vísti máltalvan 11-10 til KÍF.
KÍF byrjaði sera væl uppá seinna hálvleik, tá ið 7 minuttir vóru farnir vísti talvan 16-11, KÍF helt hesa leiðsluna allan vegin og tá ið dysturin endaði førdi KÍF við 26-19.
Hjá KÍF kom sigurin væl við, teir hava nú 19 stig fyri 15 dystir, VÍF hevur 21 stig fyri 16 dystir, og H71 sum liggur fremst hevur 27 stig fyri 16 dystir - Kyndil hevur eisini møguleika at koma í finaluna teir liggja nr. 4 við 18 stigum fyri 16 dystir. - sí annars stigatalvuna niðast í greinini.
Besti maður á vøllinum í dag var KÍF-málmaðurin, sum hevði nógvar heilt fantastiskar bjargingar, hann var klárur allastaðni.
KÍF: Emil Dam, Andrias Nielsen 4, Fríði Weyhe, Tony Weyhe 6, Teitur Joensen 3, Hans Eli Sigurbjørnson 6, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 5, Jákup Trygvason og Ási Dam 2.
Neistin: Bjørn M. Mohr, Nicholas Satchvell, John í Innistovu, Rasmus Muller, Andras Joensen 1, Rói Berg Hansen 2, Sjúrður Thomassen, Herbjørn Lava, Hjalti í Jákupsstovu 4, Beinur Davidsen, Torkil Hentze, Terji Mørk 2, Jukuslav Djumic 2, Teis Horn Rasmussen 8.
Støður:
5. min. 3-3
10. min. 4-4
15. min. 5-6
20. min. 7-6
25. min. 10-8
30. min. 11-10
35. min. 15-11
40. min. 18-13
45. min. 21-17
50. min. 23-17
55. min. 25-18
60. min. 26-19
Dómarar; Niclas Niclasen og Alesander Johansen
Áskoðarar: 150.
Sí eisini HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald