FTZ-deildin:
KÍF hevði í dag vitjan av grannunum fyri sunnan - H71.
Dysturin byrjaði javnt og liðini fylgdust væl teir fyrstu 15 minuttirnar, men so fór KÍF at draga frá H71, støðan tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin var 7-6 til KÍF, sum vann fyrra hálvleik 16-9.
Seinni hálvleikur var meira javnur - málmunurin hel sær allan dystin - H71 vann seinna hálvleik 13-14.
KÍF vann tryggan sigur 29-23.
KÍF: Emil Dam, Marcus Mjølby, Andrias Nielsen 5, Toni Weyhe, Teitur Joensen 1, Jákup Trygvason 1, Kartin P. í Húsinum, Frederik Sørensen 2, Hans Eli Sigurbjørnson 10, Rógvi Weyhe 6, Fríði Weyhe 1 og Ási Dam 2.
H71: Ari Dam, Jens á Sniargøtu, Runi Vest Højgaard 3, Bogi Davidsen 2, Pætur Tohsen, Hanus M. Hansen 1, Sigmund Dahl 2, Sigmund Nolsøe 1, Andor Sivertsen 1, Helgi H. Hoydal 2, Peter Krog 7, Danial Torgarð 4, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.
Støður:
5. min. 2-3
10. min. 3-4
15. min. 7-6
20. min. 11-7
25. min. 12-9
30. min. 16-0
35. min. 18-10
40. min. 19-13
45. min. 23-17
50. min. 23-18
55. min. 26-20
60. min. 29-23
Dómarar: Alexandur og Niclas
Áskoðarar: 200.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald