Ítróttur

KÍF vann tryggan sigur á H71 - 25-20

...

2014-01-19 01:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í CocaCola kappingini hevði KÍF í kvøld vitjan av grannunum úr Hoyvík, KÍF vann dystin 25-20 eftir at talvan vísti 12-10 í hálvleikinum.

Annars var tað H71, sum byrjaði betri uppá dystin, teir førdu eisini meginpartin av fyrra hálvleiki, men tá 25 minuttir vóru leiktir kom KÍF uppá javnleik 9-9, KÍF fekk 3 mál afturat í fyrra hálvleiki og H71 fekk eitt, soleiðis at úrslitið av fyrra hálvleiki gjørdist 12-10.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍF sera væl, teir fingu 6 mál teir fyrstu 10 minuttirnar og H71 fekk 2 - støðan var 18-12 og dysturin sá út til av vera avgjørdur. KÍF kom eisini uppá 22-13, men teir seinastu minuttirnar hálaði H71 eitt sindur inn aftur. Annars vísti KÍF til tíðir rættuligt stórspæl, hinvegin so koyrdi spælið hjá hoyvíksingur heldur trekt í kvøld, men tað var kanska sterka KÍF-verjan, sum tók mótið frá H71. 

Hjá H71 legði ein serliga til merkis unga leikaran Jónas Djurhuus, sum vísti góðan vilja og gott spæl.

Hjá KÍF stóð Jaspur Joensen í málinum allan dystin, hann stóð sum ein brandur og harafturat hevði hann fleiri góðar útspælingar, sum góðu mál í hinum endanum. Av útispælarunum spældu fleiri ein góðan dyst, nevnast kunnu: Rógvi Weyhe, Nicklas Selvig, Hans Eli Sigurbjørnsson, Tony Weyhe og Magnus Múller.

Les eisini: Team Klaksvík vann í Havn.

KÍF: ??la Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Magnus Muller 6, Janus Jakobsen, Tony Weyhe 3, Teitur Joensen, Poul Finnur Egholm, Hans Eli Sigurðbjørnsson 8, Nicklas Selvig 6, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen og Jákup Trygvason.

H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Hans Kári Hansen 2, Høgni Olafsson, Rúni Højgaard 3, Bogi G. Davidsen 1, Esbern Patursson 2, Jónas Djurhuus 3, Bogdan Florea 3, Sigmundur Dahl 4, Sigmundur Nølsø 1, Hallur Biskopstø 1 og Djóni Højgaard.

Støður:

5. min. 2-2

10. min. 2-4

15. min. 3-5

20. min. 6-7

25. min. 9-9

30. min. 12-10

35. min. 15-12

40. min. 18-12

45. min. 20-13

50. min. 22-15

55. min. 23-27

60. min. 25-20

Áskoðarar: 150

Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen

Les eisini: Meting um CocaCola kappingina hjá monnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder