Ítróttur

KÍF vann tepran sigur á Kyndli

...

2016-03-06 18:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
KÍF tók í dag móti Kyndli. Kyndil var undan dystinum nummar tvey og KÍF var nummar trý í FTZ-deildini.

Kyndil byrjaði dystin betri, og kom uppá 1-3, KÍF tók so yvir og kom á odda 5-4 eftir 18. min. hálvleiksstøåan var 11-7. 

Ein langur steðgur var í seinna hálvleiki, tí tað var neyðugt at fáa ein sjúkrabil eftir Fríða Weyhe. Kyndil hálaði eitt sindur inná KÍF, men KÍF vann dystin 18-17.

KÍF: Emil Dam 1, Jaspur við Garð, Fríði Weyhe 2, Tony Weyhe 1, Pætur Johannesen, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson 6, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 4, Jákup Trygvason 2 og Ási Dam 2.

Kyndil: Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen 4, Hanus H. Johansen, Bartal Klein Olsen 2, David Edvardsen 1, Jan Pauli Toft Johannesen, Tórður S. Guttesen, Torvald Abrahamsen, ??lavur av Fløtum Reginson, Heini Edvarden, Bjarni Sørensen 1, Finnur Hansson 1, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Hørður Fannar Sigtórson 3 og Dávur Clementsen.

Støður:

5. min. 1-1

10. min. 1-3

15. min. 2-4

20. min. 5-4

25. min. 7-7

30. min. 11-7

35. min. 13-9

40. min. 15-10

45. min. 16-12

50. min. 16-15

55. min. 16-15

60. min. 18-17

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder