Í Atlantic Airwaysdeildini tóku føroyameistararnir KÍF í dag ímóti botnliðnum Team Klaksvík.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at KÍF hevur havt tað trupult í ár, teir høvdu undan dystinum í dag 15 stig fyri 18 dystir - KÍF hevur verið nógv darvað av skaðum. Hinvegin hevur Team Klaksvík fingið nógv góð úrslit m.a. hava teir vunnið á KÍF og eisini á H71.
Tað var eisini Team Klaksvík, sum byrjaði betri, teir førdu 5-1 tá ið 8 minuttir vóru leiktir, Team Klaksvík førdi í 28 minuttir av fyrra hálvleiki, men hálvleiksstøðan gjørdist 14-13 til KÍF.
Hvat venjarin Eddie Joensen havur sagt við sínar menn í hálvleikinum vita vit ikki, men teir vóru hamskiftir, tá ið 2. hálvleikur byrjaði. Tá ið seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin var støðan 28-16 til KÍF - alt riggaði og málmaðurin Pætur H. Skýlindal tók næstan alt, hann kom inn í seinna hálvleiki og stóð ein branddyst.
KÍF vann dystin 35-22.
Høllin í Kollafirði plagar at vera fullsett til dystirnar í Atlantic Airwaysdeildini, men í dag vóru bert áleið 60 áskoðarir - tað skyldast støðuna hjá KÍF í deildini og at EB/Streymur eisini leikti í dag.
KÍF: Pætur H. Skýlindal, Kristoffer Karlsson, Andrias Nielsen, Janus Jacobsen 6, Pætur Johannesen 5, Teitur Joensen 2, Hjalti H. Matras 2, Poul Finnur Egholm 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 1, Jákup Trygvason, Ási Dam 5 og Vilhelm Magnussen 2
Team Klaksvík: Dragah Kondic, Leivur Petersen, Meh Johnsson 1, Bogdan Florea 9, Beinir Johannesen 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Jens Pauli Mohr 2, Suni Johannesen 2 og Bent Aarskov.
Støður:
5. min. 1-3
10. min. 2-6
15. min. 5-7
20. min. 7-9
25. min. 10-12
30. min. 14-13
35. min. 18-15
40. min. 22-15
45. min. 26-16
50. min. 30-18
55. min. 33-19
60. min. 35-22
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus.
Áskoðarar: 60
Sunnudagin kl. 14.30 VÍF ??? Neistin (kv)
Sunnudagin kl. 16.00 VÍF ??? Neistin (m)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald