Ítróttur

KÍF vann og VÍF tapti

...

2014-01-05 23:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KÍF hevði í dag vitjan av Team Klaksvík, KÍF vann tryggan sigur 34-21 eftir at máltalvan vísti 14-9 í hálvleikinum. 

Í Havn tók Kyndil ímóti VÍF, tann dystin vann Kyndil 29-25 - Sostatt liggur KÍF fremst við 20 stigum, VÍF hevur nú 18 stig á 2. plássi ímeððan StÍF, sum í gjár vann 24-22 á H71 nú liggur á 3. plássi við 14 stigum.

Vit sóu dystin í Kollafirði millum KÍF og Team-Klaksvík:

Tað sást beinanvegin at KÍF ætlaði at vinna á klaksvíksliðnum, Team Klaksvík fekk sítt fyrsta mál í 8. minutti, tá gjørdist støðan 4-1. Men aftaná tað leikti javnt á, Team Klaksvík dróg inn á KÍF, men sluppu ikki nærri enn ein málmun uppá 2 mál, hálvleiksstøðan gjørdist 14-9.

Í seinna hálvleiki vísti KÍF rættuligt uppvísingsspæl, teir runnu klaksvíksingarnar niður og seinastu 10 minuttirnar leiktu tveir 16-ára gamlir og ein 17-ára gamal kollfiðringur (Hjaldi H. Matras, Fríði Weyhe og Vilhelm Magnussen) teir vístu sínar dygdir, Hjalti og Fríði fingu hvør sítt mál og Vilhelm hevði eisini onkra góða roynd. Vert er eisini at nevna, at ??la Kristian Djurhuus, sum stóð meginpartin av dystinum í málinum, hevði ein rimmar dyst, Pætur H. Skylingdal loysti ??la Kristian av í málinum, Pætur stóð eisini væl.

??rslitið gjørdist 34-21.

KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Pætur H. Skylindal, Andrias Neilsen 2, Magnus Muller 2, Fríði Weyhe 1, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen 3, Hjalti H. Matras 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Nicklas Selvig 10, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 5, Jákup Trygvason 1, Vilhelm Magnussen og Ási Dam.

Team Klaksvík: Eli Gærdum, Rasmus Magnusson, Otto Jacobsen 1, Martin Ritto 2, Niclas Niclasen 2, Jens Pauli Mohr 2, Pojovic Zarko 4, Beinir Johannesen 1, Jákup Joensen 2, Einar Dam, Vilhelm Vilhelmsen, Andrias Ellingsgaard  2 og Sámal á Tjaldrafløtti 5.

Støður:

5. min. 3-0

10. min. 5-2

15. min. 7-5

20. min. 10-7

25. min. 12-9

30. min. 14-9

35. min. 19-12

40. min. 23-13

45. min. 26-14

50. min. 28-16

55. min. 31-19

60. min. 34-21

Dómarar: Ragnar Simonsen og Dánjal Samuelsen.

Áskoðarar: 200

Les eisini: Kyndil vann 29-25 á VÍF.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF133833087520
2VÍF134053535218
3StÍF13351355-414
4H7113340339112
5Kyndil13337348-1112
6Neistin12314339-2510
7Team Klaksvík13334422-884

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder