Ítróttur

KÍF vann á oddaliðnum

...

2014-12-07 00:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KÍF tók í dag ímóti oddaliðnum - VÍF.

Dysturin gjørdist javnur og spennandi, sigast má, at hann eisini var vælleiktur av báðum pørtum, við sera góðum hondbóltsspæli til tíðir.

Fyrri hálvleikur var púra javnur, liðini skiftust um at liggja omaná og tá ið farið var til hálvleik vísti máltalvan 16-17 til VÍF. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var góði verjuleikarin hjá KÍF - Rógvi Weyhe - borðin av vøllin og fluttur á Landssjúkrahúsið, helst við brotnum beini.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍF betri, teir førdu 20-18 tá ið 36 minuttir vóru leiktir, men VÍF svaraði aftur, tá ið 42 minuttir vóru leiktir vísti máltalvan 22-23 til VÍF. Í 49. minutti var javnleikur 26-26, men so rann KÍF frá vestmenningum og kom uppá 29-26 - KÍF vann dystin 31-29 og er sostatt við í kappingini í toppinum.

Stóri leikarin hjá KÍF í dag var Nicklas Selvig, sum fekk 14 mál, hjá VÍF fekk Filip Jojic 12 mál.

Sí eisini: H71 vann 25-21 á Team Klaksvík.

KÍF: Kristoffer Karlsson, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 4, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen, Poul Finnur Egholm 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Nicklas Selvig 14, Rógvi Weyhe, Jákup Trygvason, Ási Dam 2, Arnbjørn Hansen 1.

VÍF: Agnar Joensen 4, Julian Olsen 2, Áki Eggilsnes 3, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tóki Seloy, Mads Eriksen 1, Hanus Christoffersen 6, Filip Jojic 12 og Sjúrður Olsen 1.

Støður:

5. min. 2-3

10. min. 5-5

15. min. 8-8

20. min. 12-11

25. min. 15-13

30. min. 16-17

35. min. 19-18

40. min. 21-21

45. min. 24-23

50. min. 27-26

55. min. 30-28

60. min 31-29.

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF112982514718
2Kyndil122572381915
3H71112692343513
4KÍF11289291-211
5Neistin11252281-299
6StÍF11267292-256
7Team Klaksvík11235280-456

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder