Ítróttur

KÍF vann 35-31 á StÍF

...

2014-11-16 02:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 StÍF tók í kvøld ímóti KÍF á Skála. Áðrenn dystin í kvøld lógu KÍF, StÍF og Team Klaksvík í botninum við 4 stigum í part. Tí var lagt upp til ein spennandi dyst á Skála.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini væl og skiftust um at liggja omaná, KÍF førdi í hálvleikinum 16-17. Í seinna hálvleiki kom KÍF uppá 25-20 í 7. minutti og teir hildu leiðsluna restina av dystinum. KÍF vann 35-31 og hevur nú 6 stig.

Hjá KÍF vóru tað serliga Andrias Nielsen, Nicklas Selvig og Hans Eli Sigurbjørnsson, sum gingu á odda, Andrias sum ikki hevur fingið nógv burturúr higartil í ár, slerdi rættuliga til í dag og fekk 11 mál, Nicklas Selvik fekk 8 og Hans Eli Sigurbjørnsson fekk 6 harav 4 brotskøst.

Hjá StÍf fekk ungi Kjartan Johansen 9 mál, Jógvan G. Joensen fekk 5 mál og Sveinur Justinussen fekk somuleiðis 5 mál.

StÍF: Eli Gærdum, Eyðfinn Poulsen, Fríði R. Djurhuus 3, Pætur Hohansen 4, Sveinur Justinussen 5, Kjartan Johansen 9, Jóhannus Olsen 2, Teitur Nielsen, Jógvan G. Joensen 5, Janus Trúgvason, Jón Rasmussen og Marius Joensen 3.

KÍF: Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 11, Pætur D. Johannesen, Teitur Joensen, Poul Finnur Egholm, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Nicklas Selvig 8, Rógvi Weihe 2, Fríði Weyhe 4, Jákup Trygvason og Ási Dam 4.

Støður:

5. min 4-4

10. min. 7-5

15. min. 10-9

20. min. 13-11

25. min. 15-14

30. min. 16-17

35. min. 20-22

40. min. 20-25

45. min. 21-28

50. min. 25-30

55. min. 27-34

60. min. 31-35

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas J. Thomsen.

Sí myndir her.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82161734314
2Kyndil81851612411
3H7171751393610
4Neistin8178206-287
5KÍF8205217-126
6StÍF9216236-204
7Team Klaksvík8188231-434


1. deild: Á Skala var eisini dystur ímillum 1. deildarliðini hjá StÍF - KÍF, tann dystin vunnu kollfiðringar eisini, úrslitið gjørdist 25-32.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder