Ítróttur

KÍF vann 34-13 á Team Klaksvík

...

2013-09-29 01:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vit sum høvdu væntað ein javnan dyst í Høllini í Kollafirði í kvøld, nú ársins fyrsti dystur varð leiktur, vóru ikki sørt vónbrotin.
Dysturin byrjaði meira javnt, enn hvat úrslitið vísir, tá ið 5 minuttir vóru leiktir var støðan 3-3, men so er eisini alt sagt. KÍF dróg nú bara frá, teir kundu fara til hálvleiks við støðuni 19-5.
Í seinna hálvleiki var sama gongd, KÍF vann seinna hálvleik 15-8 og vunnu sostatt samanlagt 34-13.
Hjá Team Klaksvík var Dánjal Kjærbo vístur av vølli longu í 6. minutti, um tað ávirkaði gongdina er ilt at meta um.
Støður:
5. min. 4-3
10. min. 7-3
15. min. 10-4
20. min. 13-4
25. min. 17-5
30. min. 19-5
35. min. 21-5
40. min. 23-7
45. min. 27-9
50. min. 28-9
55. min. 30-10
60. min. 34-13.

KÍF:
Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 5, Fríði Weyhe 2, Rasmus Junker 3, Pætur Johannesen 1, Teitur Joensen 2, Ludvík Súnason 1, Hans Eli Sigurbjørnson 6, Nicklas Selvik 3, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen 5, Jákup Trygvason 4, Vilhelm Magnussen og Atli Hammer.

T.K.:
Rasmus S. Magnusson, Eli Gærdum, Sámal á Tjaldrafløtti 5, Otto Jacobsen 2, Igor Petri Keev 2, Dánjal Kjærbo, Suni Clementsen, Heri Johansson, Jon Jacobsen 3, Beinir Johannesen, Andrias Ellingsgaard 1 og Einar Dam.

Dómarar. Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

Áskoðarar: 150.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder