Ítróttur

KÍF vann 30-27 á VÍF

....

2013-10-10 03:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KÍF hevði í kvøld vitjan av VÍF - KÍF vann dystin 30-27 eftir at hálvleiksstøðan var javnleikur 15-15.

Fyrri hálvleikur var javnur allan vegin, liðini skiftust um at liggja omaná, men tá ið farið var til hálvleik, vísti máltalvan 15-15.

Í seinna hálvleiki legði KÍF seg framum beinanvegin, teir hildu eisini leiðsluna allan seinna hálvleik og tá ið dómarin floytaði dystin av vísti talvan 30-27 til KÍF.

KÍF og VÍF hava nú leikt 2 dystir, KÍF hevur vunnið báðar, ímeðan VÍF hevur tapt báðar sínar dystir.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 7-6

15. min. 8-9

20. min. 11-12

25. min. 13-13

30. min. 15-15

35. min. 18-17

40. min. 19-17

45. min. 21-19

50. min. 23-20

55. min. 27-24

60. min. 30-27.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 3, Rasmus Junker 2, Teitur Joensen 1, Ludvík Sunason 1, Hans Eli Sigurbjørnson 8, Nicklas Selvig 2, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen 7 og Jákup Trygvason 4.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 2, Joen P. Høgnesen 3, Agnar Joensen 4, Andrias Eriksen 3, Niklas Simonsen, Magnus Muller 2, Hanus Christophersen, Filip Jojic 7, Sámal J. Djurhuus 3 og Áki G. Olsen 1.

Dómarar: Dániel Rapa og Ragnar Simonsen.

Áskoðarar: 200.

Í Hoyvík vann Neistin í kvøld 29-25 á H71 - Neistin og KÍF liggja nú fremst við fullum stigatali, tey hava 4 stig í part.

Støðan
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 2 64 40 24 4
2 Neistin 2 56 51 5 4
3 StÍF 2 59 54 5 2
4 Kyndil 2 56 56 0 2
5 H71 2 55 58 -3 2
6 VÍF 2 56 60 -4 0
7 Team Klaksvík 2 37 64 -27 0
Atlantic Airways

Dagur Høll Dystur Heimalið ??tilið Mál (H) Mál (??) Stig (H) Stig (??)
28.09.2013 18.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A101 KÍF Team Klaksvík 34 13 2 0
29.09.2013 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A103 StÍF H71 29 30 0 2
29.09.2013 16.00 Høllin á Hálsi A102 Kyndil VÍF 30 29 2 0
05.10.2013 18.00 Klaksvíkar Badmintonhøll A104 Team Klaksvík StÍF 24 30 0 2
06.10.2013 16.00 Høllin á Hálsi A105 Kyndil Neistin 26 27 0 2
09.10.2013 19.00 Hoyvíkshøllin A107 H71 Neistin 25 29 0 2
09.10.2013 20.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A125 KÍF VÍF 30 27 2 0
12.10.2013 18.00 Klaksvíkar Badmintonhøll A108 Team Klaksvík Neistin
13.10.2013 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A109 StÍF VÍF
13.10.2013 16.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A110 KÍF Kyndil
19.10.2013 16.00 Høllin á Hálsi A111 Kyndil StÍF
19.10.2013 18.00 Klaksvíkar Badmintonhøll A112 Team Klaksvík H71
20.10.2013 16.00 Høllin á Hálsi A113 Neistin VÍF
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder