Team Klaksvík tók í kvøld ímóti KÍF í FTZ-deildini. Seinasta dystin hjá Team Klaksvík leiktu teir ímóti Neistanum og vóru líka við at koppa Neistanum, tí var spenningur um dystin í Klaksvík í kvøld, fór Team Klaksvík at koppa kolfiðringum ella ikki.
Team Klaksvík byrjaði væl og førdi meginpartin av fyrra hálvleiki, men KÍF tók teir aftur teir seinastu minuttirnar og kundu fara til hálvleiks við støðuni 11-13.
Kollfiðringar vóru ikki at kenna aftur í seinna hálvleiki, teir førdu 12-18 tá ið 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki og munurin bara øktist, KÍF vann dystin 20-27.
Team Klaksvík: Aron K. Jacobsen, Kristoffur R Hedegaard 1, David L. Danielsen 1, Birgir Poulsen 4, Beinir Johannesen 2, Einar Dam 1, Finnur Hansson 7, Jóhann J. Finnbogason, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellingsgaard 1, Hans Arni B. Thomsen, Petur Martin Eliasen og Jens Pauli Mohr 1.
KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Marius Mølbjerg, Andrias Nielsen 3, Karstin O. í Húsinum, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen 2, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras, Frederik Sørensen 5, Fríði Weyhe 7, Rúni Joensen 6 og Ási Dam 2.
Støður:
5. min. 2-0
10. min. 3-3
15. min. 8-5
20. min. 10-7
25. min. 11-11
30. min. 11-13
35. min. 12-16
40. min. 12-18
45. min. 14-20
50. min. 15-23
55. min. 18-24
60. min. 10-27
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen.
Áskoðarar: 110
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald