Í Atlantic Airwaysdeildini møttust KÍF og Neistin í Kollafirði í dag. Undan dystinum lá Neistin nr. 4 við 7 stigum og KÍF nr. 5 við 6 stigum.
Dysturin byrjaði sera varliga, tað gingu 5 minuttir áðrenn fyrsta málið kom, KÍF kom tá á odda - í 10. minutti var støðan 2-1. KÍF helt leiðsluna allan fyrra hálvleik og kundu fara til hálvleiks við støðuni 13-10.
Í seinna hálvleiki byrjaði KÍF betri, teir komu uppá 17-10 í 37. minutti og sá nú út til at dysturin var avgjørdur, men í 42., 43. og 48. minutti skorar Neistin uttan at KÍF svarar aftur og støðan er tá 19-14 og spenningur er við at koma aftur í dystin, men teir seinastu 12 minuttirnar fær KÍF 8 mál ímeðan Neistin fær 5, KÍF vinnur trygt 27-19.
KÍF er við sigrinum í dag komið uppá 4. pláss, bara 2 stig aftanfyri H71, sum er á 3. plássi, komandi sunnudag bresta júst H71 og KÍF saman í Hoyvíkshøllini.
KÍF: Kristoffer Karlsson, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 3, Hjalti H. Matras, Poul Finnur Egholm 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Nicklas Selvig 5, Rógvi Weyhe 1, Fríði Weihe, Jákup Trygvason 1, Ási Dam 2, Vilhelm Magnussen og Arnbjørn Hansen.
Neistin: Mikkjal Hansen, Emil Dam, John í Innistovu 5, Jón Ludvig, Aleks Buha 2, Tommy Fletcher 4, Rói B. Hansen 2, Herbjørn Lava 2, Jugoslav Djumic 1, Hjalti í Jákupsstovu 1, Torkil Hentze og Terji Mørk 2.
Støður:
5. min. 1-0
10. min. 2-1
15. min. 5-3
20. min. 8-5
25. min. 10-7
30. min. 13-10
35. min. 15-10
40. min. 17-11
45. min. 19-13
50. min. 20-14
55. min. 23-17
60. min. 27-19
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen.
Áskoðarar: 100.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald