Ítróttur

KÍF vann 25-27 á StÍF

...

2015-03-19 02:44 Author image
placeholder

 Í Atlantic Airwaysdeildini tók StÍF í kvøld ímóti KÍF, dysturin varð leiktur í høllini á Skála.

Bæði hjá StÍF og KÍF hava úrslitini ikki verið av teimum bestu í ár, føroyameistararnir úr Kollafirði liggja á 4. plássi og StÍF liggur á næstniðasta plássi.

Tað var KÍF, sum legði betri út í fyrra hálvleiki, teir førdu allan fyrra hálvleik, hálvleiksstøðan gjørdist 12-16 til KÍF.

Í seinna hálvleiki togaði StÍF seg inn á KÍF, Í 46. minutti kom StÍF uppá javnleik og í 51 minutti fór StÍF framum 21-20 - dysturin var nú púra opin í 56. min. javnaði KÍF til 23-23, StÍF kom uppá 24-23 eisini í 56. minutti, men so koyrdi KÍF sigurin í hús, teir fingu 4 mál og StÍF eitt mál - KÍF vann 25-27.

StÍF: Eli Gærdum, Fríði R. Djurhuus 3, Steinar A. Prestá 2, Allan Norðberg 2, Marius Joensen 2, Pætur Johansen 9, Teitur Nielsen, Eyðbjørn Eiriksson, Kjartaj Johansen 3, Sverri Joensen, Eyðfinn Poulsen, Rani Funn 1, Jógvan G. Joensen 3 og Hávardur Trúgvason.

KÍF; Pætur H. Skýlindal, Kristoffer Karlsson, Andrias Nielsen 2, Janus Jacobsen 5, Pætur Johannesen, Tony Weyhe, Teitur Joensen 2, Hjalti H. Matras, Poul Finnur Egholm 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe 3, Jákup Trygvason, Ási Dam og Vilhelm Magnussen.

Støður:

5. min. 2-4

10. min. 3-5

15. min. 5-9

20. min. 6-12

25. min. 10-15

30. min. 12-16

35. min. 14-18

40. min. 16-19

45. min. 19-20

50. min. 20-20

55. min. 23-22

60. min. 25-27

Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa.

Í Hoyvíkshøllini leiktu H71 og VÍF í kvøld, tann dystin vann VÍF 20-26 - (Vit hava tíverri ikki fingi dómaraseðilin frá tí dystinum)

Støðan í Atlantic Airwaysdeildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF2160449211234
2Kyndil204664075929
3H71205104387227
4KÍF20521530-919
5Neistin20504542-3818
6StÍF21513564-519
7Team Klaksvík20440585-1456

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder