Tað er bert ein dystur í Atlantic Airways deildini í dag. Tann dysturin er millum meistarnar úr Kollafirði, og Neistan úr Havn.
KÍF hevur ikki fingið tað byrjan, sum teir hava fingið seinastu árini. Liðið úr Kollafirði vann tveir teir fyrstu dystirnar, so síðan taptu teir fimm dystir á rað, men ímóti StÍF seinasta vikuskifið fingu teir aftur fulla úrstøku.
Teir bláu spælarnir úr Havn yvirraskaðu mong tá liðið fekk sjey stig, fimm teir fyrstu dystirnar, men seinastu fýra dystirnar hava teir tapt.
Neistin og KÍF hava leikt ein dyst fyrr í kappingarárinum, tá vann Neistin 28-27. Dysturin í dag, verður í Kollafirði í dag klokkan 16:00.
Ein dystur er eisini í Hvonn-deildini, tá VB tekur ímóti StÍF. Kvinnurnar av Strondum vunnu heldur óvænta ein heldur størri sigur á VB, StÍF vann dystin 29-22 tá liðini møttust fríggjardagin. Tey bæði liðini skulu aftur spæla í dag, tá VB tekur ímóti StÍF, øll lið plaga at hava tað trupult við at fáa stig frá VB í Vági. Dysturin byrjar klokkan 14:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald