KÍF vann avgerandi dystin í Kollafirði í kvøld, tá ið teir fingu vitjan av grannunum úr Vestmanna. KÍF vann 27-23 eftir at VÍF førdi í hálvleikinum 12-13. Sigast skal, at sigurin var fult uppiborðin, KÍF var klárt betri, teir kempaðu fyri hvønn bólt - sum eisini gav úrslit.
Tað var spenningur fyri allar pengarnar - KÍF var klókara liðið, teir lupu ongantíð framav - VÍF gjørdi nakrar býttar feilir, sum kostaðu teimum dýrt.
Nú er greitt, at tað verða KÍF og Neistin, sum koma víðari í CocaCola-kappingini, ímeðan VÍF og Team Klaksvík eru úti av kappingini
KÍF hevur 5 stig, Neistin hevur 3 stig og ein dyst eftir, VÍF 2 stig og Team Klaksvík 0 stig og ein dyst eftir.
KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 2, Fríði Weyhe 2, Tony Weyhe 5, Teitur Joensen 2, R´´ogvi Weyhe 1, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson 11, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason og Ási Dam 2.
VÍF: Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Runi Joensen, Hanus Christoffersen 4, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 4, Andrias Eriksen 1, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Agnar Joensen 1, Heini Hanusarson, Filip Jojic 6 og Niklas Selvig 5.
Støður:
5. min. 1-3
10. min. 5-5
15. min. 6-9
20. min. 8-9
25. min. 11-11
30. min. 12-13
35. min. 13-14
40. min. 16-17
45. min. 18-18
50. min. 22-19
55. min. 23-21
60. min. 27-23
Dómarar: Eyðu Samuelsen og Thomas Juul Thomsen - komu sum altíð væl frá dømingini.
Áskoðarar: 230.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald