Ítróttur

KÍ vann 1-0 á 07 Vestur

...

2017-02-15 21:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: Fyrireikingarnar til EFFO-kappingina halda fram, og í kvøld varð tað so við dysti í Klaksvík. Lið okkara stóð seg væl rættiliga leingi, men at enda fekk heimaliðið mál - tað einasta og avgerandi.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Jákup S. Olsen, Janus S. Samuelsen, Høgni E. Nielsen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.

Eyka (allir komu inn): Silas Eyðsteinsson, Petur G. Dalbø, Asbjørn Heðinsson, Tór-Ingar Akselsen, Dann Fróðason.

Heimaliðið hevði meira spælið og mest av bóltinum í kvøld, men vit lúrdu longri afturi á vøllinum. KÍ fingu tó nakrar møguleikar, men vit høvdu eisini okkara - onkrar heilt stórar.

Tað endaði tó við, at heimaliðið, heilt móti endanum, fingu avgerandi málið.

Leygardagin luttaka vit í VFF-Cup, sum byrjar kl. 13. Allir dystirnir verða leiktir í Gundadali.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder