2016-09-11 18:26
Fult umfar hevur verið í EFFO-deildini í dag, og mest spennandi dysturin undan umfarinum var uttaniva við Løkin, har NSÍ tók móti oddaliðnum KÍ.
NSÍ megnaði at gera tað, sum bert er hent tríggjar ferðir áður hetta kappingarári, og tað er at vinna á KÍ. Málini fyri NSÍ fingu Per Langgaard og Árni Frederiksberg.
Víkingur vann sín dyst í Gundadali móti HB, og anda teir nú KÍ tætt í nakkan. Teir eru nú bert eitt stig aftanfyri KÍ nú 5. umfør eru eftir at leika.
Dystirnir í dag:
HB - Víkingur 0-1
ÍF - AB 2-0
TB - B68 4-1
NSÍ - KÍ 2-0
Skála - B36 0-2
Støðan eftir 22 umfør
1. KÍ (50 stig)
2. Víkingur (49 stig)
3. NSÍ (46 stig)
4. B36 (41 stig)
5. HB (35 stig)
6. ÍF (28 stig)
7. TB (23 stig)
8. Skála (17 stig)
9. AB (12 stig)
10. B68 (7 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald