JN

Keypmannahavn: Maðurin sum framdi tvey dráp er nú sjálvur skotin

...

2015-02-15 16:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:

Danska løgreglan sigur fyri løtu síðani at maðurin sum seinnapartin leygardagin skjeyt fýra persónar uttanfyri Krudtønden á Eysturbrúgv, har ein doyði, ogí nátt tók lívið av enn einum manni, nú eftir øllum at døma er funnin, og er dripin.

Um miðnáttarleiti bleiv ein maður skotin til deyðis uttanfyri synagoguna í Keypmannahavn. Sambært einum talsmanni fyri jødiska samfelagið í Danmark, so var hesin maðurin durarvørur í samband við eina veitslu í grannahølinum hjá synagoguni, har ein jødisk ferming var farin fram.

Um fýratíðina í morgun hendi aftur ein skothending. Hesaferð noktaði ein maður sum løgreglan royndi at tosa við at svara. Tað kom til skjóting millum mannin og løgregluna. Maðurin doyði á staðnum. Løgreglan kannar nú um hesin maðurin hevði nakað við skottilburðin uttanfyri Krudttønden seinnapartin leygardagin.

Tað er hesin maðurin sum bleiv skotin um fýratíðina sum løgreglan nú sigur er sami maður sum stóð aftanfyri skottilburðirnar.

Til ber at fylgja gongdini beinleiðis her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder