JN

Keyp atgongumerki til landsdystin móti Grikkalandi

...

2015-05-15 23:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fyrstu atgongumerkini til EM-undankappingardystin á Tórsvølli ímóti Grikkalandi leygardagin 13. juni eru nú sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF

- Sjálvt um man er fokuseraður tann síðsta hálva tíman, so eru tað løtur, har man hugsar, ???hvussu ótrúligt tað er, at vit eru í gongd við at vinna á Grikkalandi á útivølli???, og tankarnir sveima eitt sindur. Tá dómarin so bríkslar av, er tað ein heilt heilt ótrúligt kensla. Soleiðis sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, um seinastu løtuna á vøllinum, eftir 1-0 sigurin ímóti Grikkalandi.


Føroyar og føroyska fótbóltslandsliðið komu rættiliga av álvara á heimskortið aftur, tá tað tann 14. november í fjør eydnaðist at vinna 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi. Føroysku spælararnir stríddu seg til ein uppibornan sigur hetta fríggjakvøldið í november. Møguleikin fyri eini nýggjari heimssensatión er til staðar 13. juni, tá Grikkaland vitjar á Tórsvøll.

Sambært Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, er lagt upp til eitt fótbóltsbrak, tá grikkar vitja á Tórsvølli.

- Seinastu árini hevur FSF áhaldandi gjørt átøk fyri at betra um dystarupplivilsi hjá áskoðarum hjá føroyska landsliðnum. Stóru íløgurnar á Tórsvølli eru eyðsýndar, men samstundis arbeiða vit eisini hart við teimum smærri tingunum, sum betra upplivilsi hjá áskoðarunum. Dysturin móti Grikkalandi verður hin fyrsti við nýggja Eysturskýlinum á Tórsvølli, og samstundis taka vit nýggja atgongumerkjaskipan í nýtslu.

Admind.fo hevur forritað nýggju atgongumerkjaskipanina fyri FSF. Í fyrstu atløgu eru 1.293 tey bestu atgongumerkini sett til sølu. Atgongumerkini, sum einans kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

- Áskoðarar koma framyvir at keypa teirra atgongnumerki á netsøluni hjá FSF og fáa atgongumerkið beinleiðis á sín teldupostbústað. Hetta verður nógv nýtt aðrastaðni og sjálvandi skal FSF fylgja við. Fyrimunur við nýggju skipanini er eisini, at vit altíð kunnu síggja, hvussu nógvir áskoðarar eru á stadion og í stóran mun kenna teirra samleika. Nýggja skipanin verður tí samsvarandi altjóða krøvum frá FIFA og UEFA ??? tað týdningarmesta er tó, at hon kemur at gera tað mundandi lættari hjá okkara fjepparum at keypa sær júst rætta atgongnumerkið til landsdyst, sigur Virgar Hvidbro.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland verður á Tórsvølli leygardagin 13. juni klokkan 19:45.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder