Mentan

KESI á Voxbotn 2016

...

2016-04-29 16:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kendi danski rapparin KESI verður millum stóru nøvnini, sum fara á pall á ársins konsertdegi í Vágsbotni 25. juni.


KESI gjørdist kendur í Danmark gjøgnum YouTube, har hann legði løg út. Tað var serliga lagið ???Byen Sover???, sum gjørdist kent og førdi til, at KESI sum 18 ára gamal skrivaði sáttmála við stóra plátufelagið Universal.

Síðani tá hevur KESI givið nógv løg út, sum hava klárað seg væl, sum t.d. ???Ku Godt???, ???Vors??? og ikki minst ???Søvnløs???, sum fyri stuttum lág nummar eitt í Danmark. KESI hevur eisini spælt á teimum heilt stóru festivalunum í Danmark, m.a. á Roskilde Festivalinum.

Nú verður so møguleiki hjá føroyingum at uppliva kenda rapparan KESI í Vágsbotni í summar.

Umframt KESI hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Otto Knows, Eagle-Eye Cherry, S!VAS, Starship við Mickey Thomas, Graham Bonnet úr Rainbow, Týr, Danny & The Veetos, Marius og Punjab verða millum mongu nøvnini, sum fara at luttaka á Voxbotn 2016. Komandi tíðina verða enn fleiri spennandi nøvn avdúkað.

Tað er um at vera útselt til Voxbotn 2016 - bert fá atgongumerki eru eftir í Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS og á ebillett.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder