2017-06-19 16:36
Ferðamannaskipið Marco Polo hevur verið árligur gestur í Føroyum seinastu árini, og okkurt árið hevur skipið verið her fleiri ferðir.
Marco Polo kom á Havnina um 13 - tíðina í dag, tað hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Hull í Onglandi. Tá ið tað ferð avstað aftur í kvøld gongur leiðin til Íslands, har skipið skal til Eskilfjarðar.
Skipið var tikið í sigling í 1965 og fram til 1991 hevði tað navni Aleksandr Pushkin og var heimahoyrandi í Soviet. Í 1991 fór tað at sigla undir flagginum hjá Bahamas oyggjunum, og skifti navn til Marco Polo.
Skipið er bygt í Týsklandi og tók 650 ferðafólk og manningin taldi 220 fólk áðrenn tað bleiv umbygt. Nú tekur skipið 820 ferðafólk og manningin telur 356 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald