Politikkur

Kennir tú ráman av mannatrekki?

...

2016-10-06 21:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Býráðsmeirilutinhevur slept endanum, tá tað snýr seg um at loysa stóra trupulleikan av vantandiog skipaðum spillivatnsleiðingum. Men hvat nyttar tað við torgum og trappum, umvit skulu liva við rámanum av mannatrekki?

Longu áðrenn kunngerðin umspillivatnsætlan varð sett í gildi, hevði eg sum forkvinna í teknisku nevndárini 2005-12 ein harðan politiskan bardaga at fáa sett kloakkirnar á breddan.Í mínum hugaheimi var tað ein sjálvfylgja at hetta varð gjørt, uttan at tað varneyðugt at bíða eftir nøkrum lógarkravi, tí hetta snúði seg um sogrundleggjandi viðurskifti hjá okkum øllum.

Tað eydnaðist tá at fáa politiskaundirtøku fyri at fáa kloakkirnar inn í langtíðar íløguætlanina og hesi árinivórðu einar 100 mió. kr. brúktar uppá kloakkir. Tá var Tórshavnar kommuna kominlongst á leið við at dagføra kloakkirnar sbrt. spillivatnsætlanini, men í dager hon tíverri darlað langt afturum hinar kommunurnar.

Tað vanta minst 100milliónir afturat

Hesin sami eldhugi er ikki at síggja hjásitandi meiriluta og eru bert 5 mió. settar av á íløgujáttanini fyri 2017.Støðulýsingin frá teknisku umsitingin vísir, at tørvur er á minst 100 mió. kr.afturat, og fyri tað er ikki komið á mál, tí kloakkirnar skulu alla tíðinarøkjast. Eitt er at fáa skipaðar kloakkir har tær renna beinleiðis út í áirnarella oman í fjøruna. Harafturat eru eini 19 km. av gomlum betong kloakk rørum,sum eru brotin og/ella leka og tí skulu skiftast. Vit kunnu ikki bjóða okkaraborgarum at liva í beinleiðis heilsuskaðiligum mannatrekki.

Kloakkir fyritreytin fyritrivnaði

Týdningin av at fáa hetta í rættlag síggjavit m.a. í Vágsbotni, har fólk í dag savnast sum ongantíð áður. Hvør hevðiunnað sær at sitið við einum kaffikoppi ella einari øl í tí deymi, sum var avkloakk har? Nú er vágin rein. Í Nólsoy svimja nólsoyarkonur á sjónum ogsandstrond er komin á Malarenda ??? tann reini trivnaður. Áðrenn vóru ikki minnienn 7 útlop, sum runnu út í bátahylin ella innanvert brimgarðin. Tilsamanskostaði kloakkarbeiðið í Nólsoy 7 mió. kr., men sanniliga er tað væl útgivinpeningur.

Reinføri fram um marglætiog ørvitisíløgur

Síðstu fýra árini hava kloakkirnar bertverið ein viðfáningur hjá sitandi meiriluta. Tyrvingarplássið og skiljing avruski hava als ongar raðfesting havt heldur. Tá ið Tjóðveldi kemur framat afturstýrisvølinum á Vaglinum verða kloakkirnar aftur settar í fremstu røð. Fái egmøguleikan, fari eg aftur at arbeiða hart fyri hesum. Ein høvuðsstaður, harramur luktur av mannatrekki stendur tær í nasarnar, er ikki innbjóðandi.Kloakkunum havi eg altíð stríðst fyri og tað fari eg framhaldandi at gera. Einsog tyrving, skiljing av ruski og reint vatn. Ja, alt undirstøðukervi skal afturraðfestast fram um marglæti og ørvitisíløgur. Kennir tú ráman av mannatrekki,gevur valið seg sjálvt.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder