Ken Fagerberg er ein av mest spennandi leikarunum, ið komnir eru til føroysku kappingina. Fyrr í dag lendi hann í Vágum, klárur og spentur at byrja at venja við nýggju liðfeløgunum, skrivar 07Vestur.fo.
27-ára gamli sviin letur sera væl at móttøkuni og umstøðunum í útbygda og umvælda húsinum í Sørvági. Í morgin møtir hann restini av hópinum til fyrstu venjing hansara og fær sostatt nærum alla uppkoyringina til kappingarárið við.
EFFO-hópurin hevur annars vant í nakrar vikur, í samstarvi við Ven og Tróndur Ravnsfjall. Eftir nýggjár verður venjingin so flutt út á vøllin og seinast í januar fáa vit fyrsta venjingardystin.
Sum nevnt er húsið í Sørvági útbygt og umvælt, og hetta arbeiðið verður liðugt í januar, tá loftið eisini verður tikið í nýtslu. Arbeiðið at gera vøllin kláran eru eisini í gongd: girðingin verður flutt út og ljósini verða skift, so umstøðurnar lúka treytirnar hjá UEFA. Seinni í vár verður so vøllurin eisini skiftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald