JN

Ken Hensley í Sólorku

...

2017-05-23 08:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Easy Livin???-vikuni í heyst kemur Ken Hensley at vitja Sólorku í Suðurspania. 31. oktober fáa gestirnir hjá Sólorku eitt óvanligt kvøld saman við legendariska oddamanninum í Uriah Heep í vøkru pálmalundini í grannalagnum.

Ken Hensley, sum skrivaði bæði Easy Livin??? og nógv onnur hit, fer at greiða frá lívi og yrkisleið síni. Hann fer eisini at hava eina serliga konsert. Hetta verður ein solo-framførsla, har Hensley syngur og spælir guitara og klaver - tey bæðiljóðførini, sum allir fjeppararnir kenna hann fyri.

Hóast hendan hugnaløtan 31. oktober varir í einar tveir tímar, er talan um eitt eksklusivt og intimt tiltak, sum bert er fyri sólorku-gestir.

Meira fæst at vita á heimasíðuniwww.solorka.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder