Vinna

Katrina Christiansen letur upp 1. apríl

...

2017-03-21 18:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Handilin Katrina Christiansen lat aftur í 2005, men nú 12 ár seinni verður aftur lívligt virksemi í søguliga bygninginum. Tá letur nýggj tapasmatstova upp, sum fer at bjóða mat og drekka á ein serligan, óhátíðarligan hátt, har góðskan verður í hásæti.

Á grundini, har húsini standa í dag, hevur verið virksemi síðani heilt aftur í 1707. Síðani tá, og fram til 1743 var Hans Albertsen Matras bartskeri har. Ikki er óhugsandi, at bartskerar undan honum eisini hava búleikast í húsunum. Húsini havt havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen.

Sniðið, sum húsini hava í dag, stavar frá 1876, tá tey vórðu tikin niður og bygd av nýggjum.

Av søguligum hendingum í húsunum kann nevnast, at rithøvundin William Heinesen var føddur har, og búði síni fyrstu umleið fimm barnaáar "hjá Heinesen", sum húsini vórðu rópt tá.

Húsini hava nærum altíð havt okkurt við mat og tónleik at gera. Ymisk fólk, millum annað Andreas William Restorff, Zacharias Heinesen og Katrina Christiansen, hava havt handil her og øll hesi vórðu eisini glað fyri tónleik.

Nú húsini fara at hýsa matstovu, er tað tí eisini í andanum hjá teimum, sum hava havt sítt yrki og sín bústað í hesum søguligu húsum seinastu 300 árini. Alt, sum bar til at varðveita í húsunum, er varðveitt, tó at ávísar ábøtur máttu gerast. Harafturat hava nýggju eigararnir fingið og keypt ymiskt forkunnugt sum var farið úr húsunum, og sett tað upp aftur.

Matstovan, sum letur upp leygardagin 1. apríl, fer at hava pláss fyri nærum hálvt annaðhundrað fólkum, men hesi koma tó ikki øll at sita saman. ??ll rúm í húsunum verða brúkt, soleiðis at tað verður ein hugnaligur dámur í øllum rúmum og skotum.

Maturin í nýggju matstovuni er inspireraður av tapasstílinum, men fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og við brúk av øllum tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder