2015-01-17 22:22
TB og Fleyr hava í dag spælt semifinalu í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum. JN.fo hitti eftir dystin Katrin Petersen hjá TB.
Vit spurdu Katrina, hvat var galið tvey tey fyrstu settini.
- Tað føldist, sum okkara spælarar hildu seg aftur allatíðirnar, eingin bjóðaði seg fram, og vit bíðaðu bara og vitaðu hvat Fleyr gjørdi, sigur Katrin.
- Áðrenn dystin høvdu vit gjørt nakrar avtalur, men tær blivu bara ikki hilnar inni á vøllinum, vit mistu fokus tvey tey fyrstu settini og gloymdu at spæla sjálvar.
Hvat riggaði so restina av dystinum?
- Tað ið hendi tá, var at vit fingu nakrar blokkar at rigga, og nú stóðu tær har, sum tey skuldu standa. Og so tordu vit eisini betri at loypa á, sigur Katrin at enda.
Les eisini: Patrik: Vit skuldu spæla meira uppá Gudrid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald