Vinna

Katrin Jóhanna er komin inn

...

2019-04-23 18:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Katrin Jóhanna, sum hevur verið á svartkjaftafeltinum sunnast í føroyskum sjógvi, kom á Fuglafjørð seint seinnapartin í dag.

Katrin Jóhanna skal bæði landa til Havsbrún í Fuglafirði og Snarfrost í Miðvági. Tað sum skal landast í Miðvági verður koyrt vestur.

Katrin Jóhanna hevur 1400 tons, og sleppir framat hjá Havsbrún nú klokkan 20 í kvøld. Teir fara nýggjan túr á middegi í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder