Ítróttur

Katarina Høj setti nýtt føroyskt met

...

2013-07-11 20:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ikki hevur verið nógv at frætt um avrikini hjá oyl- og talentliðnum, sum kappaðist í Gøtuborg seinasta vikuskifti.

Katarina Høj úr Bragdinum var meldað til við síni higartil bestu tíð, 2.27, og hetta var nóg mikið til at koma í tann fyrsta og sterkasta riðilin. Tær byrjaðu við buldur og brak og Katarina helt seg skilagott heilt aftarlaga. Eftir fyrra umfarið byjrar hon at taka seg fram. Longur og longur. Og seinastu 100 metrarnar fer hon at mín sann at togast um triðja plássið. Sentimetur fyri sentimetur tekur hon seg fram, og málstrikuni tordi eingin at siga, hvør var nr. 3 og hvør var nr. 4. Gleðin var tí stór, tá rópt var til heiðursmerkjahandan. Katarina hevði vunnið bronsuna og tíðin var so góð, at hon rakk til føroyskt met hjá kvinnum. Eitt met, sum Rebekka Fuglø hevur havt síðani sept. 2011. Nýggja metið hjá Katarinu bleiv til 2.17.99 ??? ella heili sjey sekund undir oyl-kravið, sum var galdandi til komandi oyggjaleikir, tað skrivar renn.fo.

Les meira á www.renn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder