Politikkur

Karten Hansen skal ikki í samráð

...

2015-01-23 16:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjakvøldið í farnu viku frættist í miðlunum, at Trivnaðarnevndin fór at kalla Karsten Hansen, landsstýrismann, til samráð um mammografikanningar á Landssjúkrahúsinum. Týsdagin 20. januar viðgjørdi Trivnaðarnevndin málið, og var undirtøka fyri, at nevndin í næstum skuldi kalla landsstýrismannin inn, sambært §24, stk 5 í Tingskipanini, har ásett er, at um í minsta lagi 5 limir ynskja tað, kunnu nevndirnar kalla landsstýrisfólk í samráð um ávís viðurskifti. Frestin at svara er vanliga 2 vikur.


Málið hevur tó síðani fingið drúgva almenna viðgerð. Týskvøldið var forkvinnan í Trivnaðarnevndini í kjaki við landsstýrismannin um málið í Degi og Viku. Og mikudagin 21 januar svaraði landsstýrismaðurin ikki færri enn 16 spurningum um málið, tá munnligir fyrispurningar vóru fyri í Løgtinginum.

Landsstýrismaðurin hevur alment og í Løgtinginum vissa um, at strongu leiðreglurnar fyri at sleppa til mammografi verða broyttar, so kvinnur ikki longur verða vendar í hurðini á Landssjúkrahúsinum, hóast ávísing frá kommunulækna ella øðrum serlækna. At drúgva bíðitíðin um stutta tíð verður burtur, og at eingin kvinna við ávísing kemur at bíða leingi at sleppa framat. At tær ímillum 25 ??? 50 kvinnurnar, sum eru blivnar avvístar síðani mai í fjør, verða funnar, og fáa tilboð um mammografi, og at økið verður uppraðfest, millum annað við at reglulig screening verður sett í verk.

Undirritaðu meta ikki, at eitt samráð nú fer at geva fleiri upplýsingar, enn tað, sum longu er komið fram, og gevur tað tí lítla meining at kalla lansstýrismannin inn. Vit vóna og vænta, at Karsten Hansen heldur givin lyfti, og fara sjálvandi at fylgja hesum neyvt.

Heldur enn at kalla landsstýrismannin í samráð um mammografiina beint nú, ynskja andstøðulimirnir í Trivnaðarnevndini at taka málið upp aftur um eina tíð, fyri at tryggja, at málið tá er loyst til fulnar.

vinaliga

Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Sirið Stenberg

trivnaðarnevndarumboð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder