Jákup Mørk vil í grein farna mikudagin vera við, at eg skal hava noktað giktasjúklingum heilivág av ???dýrara slagnum???. Hetta er ikki rætt. Tvørturímóti havi eg við løgtingsins stuðli júst tryggjað, at játtan er tøk til øktu útreiðslurnar av serstakum sjúkrahúsheilivági.
-----
Fyri teir mongu føroyingar, sum hava gikt, hevur tað verið hugstoytt og ørkymlandi, at serlæknin á Landssjúkrahúsinum herfyri boðaði frá, at hann fór úr starvi um ársskiftið. Hugsi, at støðan hevur elvt til undran og ivasemi millum manna, og eg velji at trúgva, at hetta er orsøkin til misskiljingarnar og illgitingarnar, sum verða bornar fram av annars skilagóða Jákup Mørk í Sosialinum mikudagin.
Í greinini eru serliga tvey uppáhald, sum eru rangvend. Í fyrra lagið verið eg lagdur undir at nokta giktsjúkum heilivág: ???Tað hoyrist fyri vist, at landsstýrismaðurin hevur givið boð um, at heilivágurin av tí dýrara slagnum ikki longur skal útskrivast???. Einki er meira skeivt. Eg havi tvørturímóti biðið Løgtingið um eykajáttan fyri nevniliga, at sjúklingar kunnu fáa neyðuga heilivágin, ikki bara fyri gikt, men aðrar sjúkur eisini.
Løgtingið játtað 2,5 mió. eyka til heilivág
Tey góðu tíðindini eru, at Løgtingið so seint sum í gjár hevur samtykt eykajáttanina, sum tryggjar, at nóg mikið av játtan er í ár til tað, sum vit rópa serstakan sjúkrahúsheilivág. Játtanin til endamálið er nú knappar 41 mió. krónur. Somuleiðis havi eg tikið hædd fyri øktu útreiðslunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, sum verður viðgjørt í løtuni.
Eg má eisini leggja afturat, at tá tað snýr seg um at taka í nýtslu nýggjan dýran heilivág á sjúkrahúsunum, so verður tað tikið upp í serligari nevnd ??? Heilivágsráðnum ??? til metingar. Heilivágsráðið ger síðani eina frágreiðing og tilráðing til mín. Hetta fyri at tryggja góðskuna og fakligu dygdina í avgerðini. Eg havi sum landsstýrismaður enn ikki gingið ímóti fakligu tilráðingini hjá Heilivágsráðnum ??? ei heldur um heilivág til giktsjúk.
Mær vitandi hevur tað ikki verið hildið aftur við fígging til heilivág til giktsjúk, meðan eg havi sitið sum landsstýrismaður. Tvørturímóti er játtanin til serstakan sjúkrahúsheilivág, har heilivágur til giktsjúk er ein partur, vaksin úr knøppum 35 mió. í 2011 til at vera uppí móti 41 mió. krónur í 2014.
Kringvarpið sunnudagin
Seinna uppáhaldið snýr seg um samrøðu við meg í útvarpinum. Sunnudagin seinnapart varð eg ringdur upp at gera samrøðu við ??tvarpið um útreiðslur til serlæknar, sum arbeiða privat sambært avtalu við Heilsutrygd. At málið fór at stinga seg upp, kom kanska ikki óvart á meg, tí fjølmiðlafólk úr Kringvarpinum herfyri bað Heilsumálaráðið um innlit í málið. Tá fjølmiðlar hava rætt til at fáa innlit í mál, fáa tey tað sjálvandi.
Um Jákup Mørk lurtar eftir samrøðuni einaferð enn, so hoyrir hann eisini, at eg taki ongan serlækna burtur úr, men eg viðmerkti málið sum heild. Tað er ein sannroynd, at eg sum landsstýrismaður havi lítlan og ongan møguleika at stýra hesum økinum, men er tað skipanina í síni heild, sum eg ynski at hyggja eftir og endurskoða.
Giktaøkið frameftir
Sum greinskrivarin vísur á, so hevur eftirspurningurin á serlæknahálp innan giktsjúkur verið størri, enn sjúkrahúsini hava kunnað veitt. Tí er tað sjálvandi eitt bakkast, tá einasti serlæknin í giktsjúkum hevur sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum. Samskifti er í løtuni millum serlæknan og leiðsluna um málið, men enn er eingin niðurstøða.
Tað hevur verið torført at fáa serlæknar í giktsjúkum til Føroya, og tí verður nú umhugsað at økja serlæknamanningina á økinum. Roynir vísa, at tað ofta er lættari at fáa fólk at søkja, um ein ella fleiri serlæknar eru frammanundan á einum serlæknaøki.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald