2013-08-07 04:51
Miðvallarin úr B36, Súni Olsen hevur givið avboð til dystin móti Íslandi í næstu viku, og í hansara stað er Karl Løkin úr NSÍ úttikin.
Súni Olsen verður ikki við, tá Ísland og Føroyar bresta saman í venjingardysti á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikudagin í næstu viku.
Í staðin fyri Súna Olsen hevur landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sent boð eftir Karl Løkin úr NSÍ.
Karl Løkin hevur spælt ein skrásettan landsdyst fyri Føroyar. Tað var í venjingardysti fyrr í ár ímóti Thailandi, tað skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald