2015-07-06 00:56
Karina Ottosen, sum vann gull á Oyggjaleikunum fyri einari viku síðani, stillaði í dag upp til start í einum fullum Ironmanni. Karina kappaðist í besta bólkinum, sum hon eisini vann við einari sera góðari tíð. Tíðin hjá Karinu var 9 tímar 34 minuttir og 58 sekund.
Tá Karina hevði súkkla, fekk hon at vita, at hon var dømd úr kappingini, men Karina vildi gjøgnumføra teinin, og kom hon eisini á mál við bestu tíðini hjá kvinnum.
Hon var dømd úr kappingini tí, at hon hevði kastað ein dunk av súkkluni uttan fyri tað so kallaða "drop zone" økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald