2017-01-14 15:00
Eftir ein heldur vánaligan dyst frá føroysku leikarnum í gjár, fingu vit orð á venjarin hjá Føroyum - Kára Nielsen.
Sí myndir og video her frá dystinum.
Hvussu hevur tú sett spælarnar upp til EM-undankappingina?
- Tað er uppá tann vanliga mátan, tað er ikki neyðugt at seta teir serliga nógv upp til kappingina, tí teir vóru sera spentir, tá ið vit nú síggja hvussu leiktur fór fram í dystinum móti Kýpros, so er gott, at vit ikki geilaðu teir meira upp, tí tað sær út til at fleiri ikki høvdu nervarnar í ordan tá ið teir komu til teir opnu møguleikarnar. Vit hava eitt skoringsprosent uppá 38%, sum er alt alt ovlogt til at finna nakran dyst.
Vóru spælarnir ov spentir?
- Tað sær soleiðis út, vit høvdu hugt eftir málmonnunum hvat teir gera, og okkara skutu akkurát í har ið vit høvdu sagt at teir ikki skuldu skjóta.
Tit skora fá mál í fyrra hálvleiki, men fáa eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik, men so steðgar upp, hvat hendi har?
- Aftaná nøkur álop stendur verjan hjá okkum øgiliga væl, líka til teir fara at spæla 7 móti 6, tá mistu vit tað yvirtakið ið vit høvdu á teimum. Vit eru frammanfyri við trimum málum og brenna brotskøst, tað var tá ið vit áttu at havt avgjørt dystin.
Var Kýpros rætti vinnarin?
- Vit spæla so illa, so vit eiga ikki at vinna dystin, tá ið man ikki skorar uppá opnar møgleikar, so kann man ikki vinna ein dyst. Tó haldi eg at vit vóru betra liðið.
Hvat skulu tit gera øðrvísi til dystin móti Grikkalandi?
- Nú mugu vit líka hyggja eftir hvat vit ikki gjørdu gott móti Kýpros, vit mugu fáa nógv meira flov í álopsspælið hjá okkum. Verjan er nøkunlunda uppá pláss, men í álopinum hava vit nógv at rættað, segði Kári Nielsen við Jn.fo eftir dystin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald