Politikkur

Kári spyr um faklærda arbeiðsmegi úr ES-londum

...

2014-10-01 00:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um lógarbroytingina fyrr í ár, ið loyvir faklærdari arbeiðsmegi úr ES-londum til Føroyar at arbeiða, so leingi samlaða arbeiðsloysi er undir 6%, settur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Fer politiska skipanin at góðtaka, at arbeiðsgevarar senda føroyskar handverkarar til hús, samstundis sum útlendingar í stórum tali verða settir í starv?

2. Um broytingarnar, sum gjørdar vórðu við lóg nr. 731 tann 25. juni í ár, ikki virka eftir ætlan og samsvarandi Løgtingsins vilja, hvørji stig tekur løgmaður so?

Viðmerkingar:

Vinnuhúsið og onkur av teimum stóru tænastuveitarunum hava leingi ynskt, at lættari skuldi vera at fáa atgongd til útlendska arbeiðsmegi, tí stórur tørvur er á handverk-arum, nú so nógvir føroyskir handverkarar eru í vinnu uttanlands.

Stór semja var í Løgtinginum um at fremja broytingina í lov nr. 462 frá 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholds¬tilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, som ændret ved lov nr. 731 af 25. juni 2014.

Stk. 2. 2) Opholdstilladelse efter stk. 1 gives, når arbejdsløsheden er under 3,5 pct. Opholdstilladelse efter stk. 1 med henblik på beskæftigelse som faglært inden for et bestemt håndværksfag hos en arbejdsgiver inden for bygge- og anlægssektoren gives dog, når arbejdsløsheden er under 6 pct.

??tlanin við lógini var í størri mun at fáa tørvin innan handverksvinnuna nøktaðan, nú so stórt byggivirksemi er í landinum. Verður talan í staðin um at fáa bíligari útlendska arbeiðsmegi at taka arbeiðið frá føroyskum handsverkarum, so virkar lógin ikki sam-svarandi Løgtingsins vilja.

Á Løgtingi, 29. september 2014

Kári P. Højgaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder