Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi broyttu fortreytunum av laksaframleiðslu í Føroyum, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni.
1. Hvørjar ætlanir hevur samgongan til tess at tryggja, at mest møguligt av laksaframleiðsluni verður góðskað og virðisøkt í Føroyum, so at vit harvið varðveita verandi arbeiðspláss og menna nýggjar úrdráttir í hesi vinnu.
2. Hevur samgongan nakrar ætlanir um afturbering av 4,5% tøkugjaldinum til virkir, sum góðska fiskin, og í staðin hækka ella áleggja útflutningsgjald á ótilvirkaðum laks
Viðmerkingar
Sambært stjóranum á Bakkafrost, forðar tøkugjaldið laksaframleiðarum, at gera langtíðarsáttmálar av liðugvørum.
Milliardaupphædd er og verður nýtt til tess at betra um framleiðsluna av smolti, hagreiðing og góðskingarvirki. Talan er um fleiri hundraðtals arbeiðspláss, sum nú eru í vanda, tí við politisku ásetingina av 4,5% tøkugjaldinum roknað av samlaða virkseminum, loysir tað seg betur fyri virkini at útflyta rávøru, enn at hendan verður góðskað.
Okkara alivinna er ivaleyst tann mest framkomna í heiminum og hevur bestu góðsku.
Seinastu tíðina hevur prísurin á ferskum laksi verið methøgur og útlit eru fyri, at hendan gongdin heldur áfram komandi ár.
Tað er skyldan hjá øllum virkjum at fáa so góða úrtøku sum gjørligt. Tá tann størsti framleiðarin í landinum boðar frá, at tøkugjaldið partvís tekur grundarlagið undan møguleikanum at gera langtíðarsáttmálar av góðskaðum laksavørum, er talan um ein álvarsaman samfelagstrupuleika.
Tað sum farið er av hesum árinum hava arbeiðsfólk í hesi vinnu gingið parttíðar arbeiðsleys. Væntast kann at hendan gongdin heldur áfram, um ongi politisk stig verða tikin, at tað skal loysa seg at góðska laksin, mótvegis útflutningi av rávøru.
Á Løgtingi, 12. apríl 2016
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald