Politikkur

Kári P. Højgaard spyr um starvsfólk innan eldraøkið

...

2016-03-31 13:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrispurningur um starvsfólk innan eldraøkið

Kári P. Højgaard, tingmaður Nýtt Sjálvstýri, spyr landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen um starvsfólk innan eldraøkið:

1. Hvussu nógv fólk starvaðust innan eldraøkið, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn málsøkið varð lagt út til kommunurnar?

2. Hvussu nógv fólk starvast nú innan eldraøkið í røkt og fyrisiting, eftir at uppgávan er løgd út til kommunurnar/samstarvsøkini at fyrisita?

3. Hvussu nógv minkaði starvsfólkahópurin í miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið av kommunalu samstørvunum?

Sí svari frá landsstýriskvinnuni niðanfyri:

 

Løgtingið

Tinghúsvegur 1-3

110 Tórshavn

 

 

26. mars 2016

Mál: 16/00395-14

Tygara Skriv:   

Viðgjørt: Hildigunn Ellingsgaard

 

Nr. 33/2015

Svar uppá

 

Fyrispurning eftirTingskipanini § 52a

 

Fyrispurningur um starvsfólk innan eldraøkið,settur landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svaraskrivliga eftir TS § 52a)

 

 

1.     Hvussunógv fólk starvaðust innan eldraøkið, røkt og almennari fyrisiting, áðrennmálsøkið varð lagt út til kommunurnar?

 

2.     Hvussunógv fólk starvast nú innan eldraøkið í røkt og fyrisiting, eftir at uppgávaner løgd út til kommunurnar/samstarvsøkini at fyrisita?

 

3.     Hvussunógv minkaði starvsfólkahópurin í miðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikiðav kommunalu samstørvunum?

 

 

Viðmerkingar

Oftaverður sagt, at almenn miðfyrisiting bert veksur,  og at tað ikki er nøkur sparing, umuppgávurnar í staðin verða lagdar kring landið.

 

Avhesi orsøk er spurningurin viðkomandi, um nakrar sparingar sígggjast í miðfyri­sitingini,tá uppgávan at røkja eldraøkið nú er lagt út í nærumhvørvið  í átta kommun­alum samstørvum.

 

Á Løgtingi, 11. mars 2016

 

Kári P. Højgaard

 

Svar:

1.     Hvussu nógv fólkstarvaðust innan eldraøki, røkt og almennari fyrisiting, áðrenn málsøkið varðlagt út til kommunurnar?

 

Í november 2013 læt ein arbeiðsbólkur, mannaðurvið umboðum fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, KommunalaArbeiðsgevarafelagnum og Almannaverkinum, úr hondum ???Frágreiðing umstarvsfólkaviðurskifti í sambandi við, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnarat umsita???. Í lógaruppskotinum til løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti,tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunurnar at umsita,stendur, at uppskotið byggir á omanfyrinevndu frágreiðing.

Í fylgiskjali 3 til hesa frágreiðing er eittyvirlit yvir starvsfólkabólkar hjá landinum, á sjálvsognarstovnum og hjákommununum. Niðanfyri sæst, hvussu nógv ársverk vóru fyri ávikavist land,sjálvsognarstovnar og kommunur.

 

Yvirlit yvir starvsfólk:

Landið/Eldradepilin

Sjálvsognarstovnar

kommunur

Í alt

Ársverk

365,39

206,56

131,495

703,445

 

Í talvuni omanfyri sæst, at áðrenn eldrarøktin varðflutt út til kommunurnar at umsita, vóru 703 ársverk í eldrarøktini. ??ll hesistarvsfólkini vórðu flutt út til kommunurnar í sambandi við útleggingina avheimatænastu, eldrarøkt o.a.

 

Sambært spurninginum, verður ynskt, at síggja býtiðav starvsfólkum í bólkunum ???røkt??? og ???fyrisiting???. Tað má tíverri staðfestast,at tað er ikki so einfalt at skilja starvsfólkini í hesar bólkar.

 

Áðrenn eldrarøktin varð løgd til kommunurnar atumsita, var økið býtt millum land, kommunur og sjálvsognarstovnar. Einginfelags starvsfólkaumsiting var fyri alt økið. Tí er sera trupult at fáa neyvarupplýsingar til vega um tal av starvsfólkum og býtið millum røkt og fyrisiting.

 

Hinvegin vísir talvan, at 365 ársverk vóru sett íEldradeplinum í Almannaverkinum. Upplýsast kann í hesum sambandi, at í mars2014 varð gjørt upp, at umleið 37 ársverk avsamlaðu ársverkunum innan Eldradepilin (tvs. starvsfólk hjá landinum), fórtil leiðslu og fyrisiting ??? 9 ársverk til skrivarar og bókhaldarar og 28ársverk til leiðslu.

 

Umframt tey starvsfólkini, sum vóru sett íEldradeplinum á Almannaverkinum, loysti sentrala fyrisitingin í Almannaverkinumuppgávur fyri eldrarøktina. Tað snúði seg í høvuðsheitum um fíggjarstýring,løgfrøðiligar tænastur, viðgerð av starvsfólkamálum, leiðslu, journal, móttøkuog telefonavgreiðslu. Viðmerkjast skal, at talan er um starvsfólk, sum ikkivóru sett bert til at taka sær av uppgávum fyri eitt ávíst øki. Hesi starvsfólkrøktu uppgávur tvørturum í øllum Almannaverkinum, og var ein partur avútreiðslunum goldin av eldrarøktini.

 

2.     Hvussu nógv fólk starvast nú innan eldraøkið írøkt og fyrisiting, eftir at uppgávan er løgd út til kommunurnar/samstarvsøkiniat fyrisita?

Av tí at kommunurnar hava ábyrgdina av eldraøkinum,varð hesin spurningur sendur víðari til Kommunufelagið. Við upplýsingum frákommununum, hevur Kommunufelagið gjørt upp, hvussu nógv ársverk eru innaneldrarøktina í dag. Umframt eitt samlað tal, er eisini gjørt upp í ársverkumfyri ávikavist røkt og fyrisiting.

 

Yvirlit yvir starvsfólk

Røkt

Fyrisiting

Tilsamans

Ársverk

754,9

34,7

789,6

 

Viðmerkjast skal, at ávís óvissa er knýtt atuppgerðini, og talan er um eina løtumynd. Í løtuni fara nógvar bygnaðarbroytingarfram í fleiri av samstørvunum, harundir eisini Tórshavnar Kommunu, og tískilkann hendan myndin skjótt broytast.

 

Eisini eru fyristingarnar ymiskt skipaðar. Ísummum førum er fyrisitingin skipað sum partur av einari kommunalarifyrisiting. Í øðrum førum er fyrisitingin skipað sum ein sjálvstøðug einduttanfyri kommunurnar. Hetta kann í ávísan mun ávirka støddina avfyrisitingini. Harafturat er visitatiónin í summum førum partur avfyrisitingini, meðan hon í øðrum førum er partur av røktini.

 

3.     Hvussu nógv minkaði starvsfólkahópurin ímiðfyrisitingini, tá eldraøkið bleiv yvirtikið av kommunalu samstørvunum?

Í sjálvarimiðfyrisitingini minkaði starvsfólkahópurin ikki. Málsviðgerðarnir íAlmannamálaráðnum eru generalistar, og arbeiða vanliga við fleiri málsøkjum ísenn. Starvsfólkini eru sostatt ikki oyramerkt til at arbeiða við einum ávísumøki.

At leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita,kravdi nógva orku, serliga í 2013/2014. Tí var hendan uppgávan raðfestframmarlaga í mun til aðrar uppgávur í ráðnum um tað mundið.

 

Hóast eldraøkið í dag er ein kommunal uppgáva, soer tað framhaldandi uppgávan hjá Almannamálaráðnum at tryggja dagføring avlóggávum á økinum. Eisini verður arbeitt við at fáa greiðar mannagongdir fyri,hvussu myndugleikarnir samskipa tænastur til borgarar, sum hava tørv á hjálpfrá fleiri almennum tænastum ella skipanum.

 

Hinvegin síggjast broytingar í starvsfólkahópinumí sentralu fyrisitingini í Almannaverkinum í sambandi við útleggingina aveldrarøktini. Í Almannaverkinum vóru tillagingar framdar í sentralu fyrisitingini,og ein avleiðing av hesum var, at fýra fólk vóru søgd úr starvi fyrst í árinum2015, eins og leys størv ikki vóru sett aftur. Aðrar sparingar vóru eisiniframdar innan annan rakstur enn lønir.

 

Viðvíkjandi umsiting av lønum, so varð mett, attvey starvsfólk arbeiddu við at avgreiða lønir innan eldraøkið. Hesi vóru ikkisøgd úr starvi, men í staðin bleiv øll lønarumsitingin á Almannaverkinum flutttil Føroya Gjaldstovu.

 

 

 

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder