Kári P. Højgaard, løgtingsmaður: Fyrispurningur um prísmun á bilum í Danmark og Føroyum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1.Kann landstýrismaðurin vátta, at ein nýggjur bilur í lættasta vektklassanum er munandi umhvørvisvinarligari, enn ein bilur í tyngra vektklassanum?
2.Kann landstýrismaðurin nágreina, hví teir stóru og tungu bilarnir eru bíligari í Føroyum enn í Danmark?
3.Kann landstýrismaðurin útgreina, hví ein av teimum lættaru bilunum, sum í Danmark kostar áleið 80 - 100 tús., í Føroyum verður seldur 30 -40 tús. dýrari.Er talan um almenn avgjøld, ella er bara talan um óvanliga høgan vinning?
4.Um meirkostnaðurin er vegna avgjøld, fer landstýrismaðurin so at taka ítøkilig stig soleiðis, tað eisini fíggjarliga skal loysa seg at keypa ein minni bil.
Viðmerkingar
Her á landimá tað roknast sum ein fólkarættur, at fólk hava egið akfar. Gerandisdagurin hjá eldra ættarliðinum kring landið, pensjónistunum, gerst munandi lættari, tá bilur er í húsinum. Er talan um nýggjan bil, verða ongar verkstaðsrokningar fyrstu árini, og lættaru bilarnir eru eisini bíligari í vegskatti og rakstri, men keypsprísurin er høgur.
Í Danmark hevur tað eydnast at broyta ferðslumentanina, tí talið av smærru bilunum er økt munandi, helst vegna lága keypsprísin.
Týðandi partur av kjakinum um avgjald á akfør er tengdur at umhvørvinum. Tí kann tað tykjast løgið, at teir smáu bilarnir eru munandi dýrari at keypa í Føroyum, meðan teir stóru og tungu bilarnir eru bíligari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald