JN

Kári á Rógvi, professari, farin

...

2015-02-16 17:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið skrivar:

Leygardagin 14. februar komu sorgarboðini um, at Kári á Rógvi, professari á Fróðskaparsetri Føroya, ikki longur var okkara millum. Bert 41 ára gamal mátti hann lúta fyri ringari sjúku.

 

Hóast Kári nú fór alt ov ungur, hevur hann í sínum stutta lívi lagt eftir seg fleiri spor og bygt fleiri varðar, enn tey flestu gera eitt langt lív.

 

Kári var undangongumaður innan sítt øki. Sum doktari í lóg legði hann á Fróðskaparsetri Føroya lunnar undir løgfrøðiligan lesnað, og mong eru tey, sum hava havt gleði av hesum. Hann legði dent á, at fakini innan løgfrøðina eisini vórðu bjóðað út alment, og nógv eru tey, sum hava eftirútbúgvið seg við at taka stakskeið innan ymisk øki.

 

Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag er tað serliga arbeiðið hjá Kára innan føroyskan arbeiðsrætt, sum hevur havt týdning. Kári legði stóra orku í at fáa útgreinað og niðurfest føroyska arbeiðsrættin við sínum eyðkennum og siðvenjum. Onki er at ivast í, at øll tey mongu, hann hevur undirvíst innan hetta fak, eru komin at skilja føroyska arbeiðsrættin og føroyska arbeiðsmarknaðin munandi betur.

 

Sum formaður í nevndini sum fyrireikaði Fasta Gerðarrætt legði Kári eitt ógvuliga stórt arbeiði í at fáa semju um Fasta Gerðarrættin, sum tað eydnaðist at seta á stovn í 2006. Eisini aftaná at Gerðarrætturin varð stovnaður, gjørdi Kári sum nevndarformaður nógv fyri at fáa hann at virka, og hann legði dent á týdningin av at økja kunnleikan til Gerðarrættin. 
Kári var arbeiðssamur og gløggur maður. Honum dámdi væl eina góða søgu og var ikki seinur við tí speiska men góðlynta orðinum.

 

Hetta gjørdi tað lætt og mangan skemtingarsamt at vera saman við honum. Men hetta ger eisini meiningsloysið og tómrúmið so ógvuliga stórt.

 

Vísindamaðurin, samstarvsfelagin og menniskja Kári á Rógvi verður nógv saknaður.

 

Í djúpastu samkenslu við tykkum, ið eftir sita, lýsa vit við hesum frið yvir minnið um Kára á Rógvi.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder