Nú kl 09 verðu móttøka fyri sangarum og fyriskiparum, og tá verður drigið lut um, nær teir ymisku sangarnir skulu syngja. Tað eru 30 lond, ið luttaka, og allarflestu lond hava valt at sent 2 sangarar; eitt mannfólk og eitt konufólk. Hetta merkir, at vit koma at kappast við umleið 58 aðrar sangarar um heimsmeistaraheitið, og tað er ikki hissini mótstøða.
Somuleiðis verður kunngjørt, hvat land komandi ár skal fyriskipa stóru kappingina. Eftir hetta verður møguleiki at hoyra meistaran frá Singapore í fjør, Sunny Jackson, sum hevur fingið plátusáttmála og júst givið út stakfløgu.
Frá KWC leiðsluni hevur verið frætt, at áhugin er vaksandi, og at tey vænta eina øking á í øllum førum 10 londum til komandi ár, og at ætlanin hvørt ár er at hækka yvirleggjaran og gera kappingina størri og samstundis halda kvalitetin. "Við størri áhuga og virðing fyri kappingini sjálvari, hækkar kvaliteturin samsvarandi", sigur Kenneth Hovgaard Djurhuus, formaður í Karaoke Føroyar.
Í morgin kl 08 føroyska tíð (16 Singapore tíð) byrjar so stóra kappingin av álvara, tá fyrsti sangarin traðkar á pallin.
Tað ber til at fylgja kappingini og føroysku luttakarnar á hesum profilinum umframt við at finna okkum á Snapchat: karaokefo
Í morgin kemur livestream, og tað senda vit sjálvandi út til tykkara!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald