2017-03-23 19:26
Eftir at løgreglan í dag hevur kannað orsøkina til eldin í bilverkstaðnum CARRO í nátt, eru teir komnir til, at tað var ein kápulrulla (forleingjari), sum var orsøkin til eldin.
Tá ið ein kápulrulla stendur til streym og ikki er rullað út, so verður hitin so nógvur, at tað kann festa í. Kápulrullan talan er um, lá á bilsetrinum og stóð til streym.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald