Ítróttur

Kappróður: Andrea Árting gekk á odda

...

2018-06-11 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í ár eru liðin júst 100 ár, síðan kvinnurnar tóku stig til at menna kappróðurin á stevnum við undangongukvinnuni Andreu Árting á odda, nevndi Magni Arge í røðu í sambandi við Regattu í Keypmannahavn herfyri.
Herfyri var eg eina ferð í Avstralia, sum førdi til, at eg fyrstu ferð setti meg við árarnar at rógva kapp í einum føroyskum báti.
Á ferðini vitjaðu vit millum annað Alice Springs og Ayers Rock, sum á upprunamálinum kallast Uluru. Alice Springs liggur mitt inni í avstralsku oyðini og so langt frá kappróðri, sum nakar kann hugsa sær ??? helt eg!
Men tað vísti seg, at ein av fornu siðunum í unga býnum er júst ein regatta. Men tað serstaka við hesi regattuni er, at bátarnir hava ongan botn, og manningarnar renna við bátunum eftir áarlagdini, sum er skróturr meginpartin av árinum.
Einaferð var regattan avlýst, tí tá regnaði, og tá bar hvørki til at renna ella rógva við botnleysu bátunum.
Eitt kvøldið keyptu vit okkum pláss til uttanduraveitslu í oyðimørkini við útsýni til Uluru. Tað var ein sjáldsam vøkur løta. Meðan vit standa og njóta útsýnið - eg klæddur sum ein annar bushmaður undir hatti - koma nakrir asiatar yvir til mín og biðja um at sleppa upp á bílæt saman við mær.
Sjálvandi gjørdist eg bilsin. Vóru tað nakrir katalonar, so var tað til at skilja, ella kanska onkrir lesarar hjá Virgari Dalsgarð. Men so letur úr einum teirra: Russel Crowe! Og var eg erpin frammanundan, so bar av øllum tá.
Á leiðini heim til Føroya hitti eg instruktørin til nýggja spælifilmin ???The birdcatcher??? ella ???Fleygingarmaðurin???, sum verður tikin upp í hesum døgum.
Hann kendi eg frá fyrstu ferðunum hann var í Føroyum at fáa undirtøku fyri at flyta serstøku søguna um bóndahjúnini í Gásadali yvir á film. Hann skuldi brúka nakrar statistar til filmin og sjálvandi játtaði eg beinanvegin.
Fáar dagar seinni komu boð frá filmsleiðluni, at eg skuldi møta upp til upptøkur vesturi í Bø. Eg skuldi vera partur av mannignini á Húsabátinum, sum róði kapp.
Og soleiðis bar tað til, at eg á fyrsta sinni í lívinum var við at manna bát til kappróður.

Nakrir av manningini á Húsabátinum.
Men tað var hart. Forbannað hart. Tí fyrra dagin bakaði sólin, so bæði hettan og kotið reyk. Tá tóku vit upp senurnar fyri og eftir róðurin. Dagin eftir skuldu vit taka upp sjálvan kappróðurin, og tá var kaldari. Men nú bar ikki til at fara í aftur kot og hettu.
Men tað góða við at rógva kappróður eftir manuskripti til film er, at har er gjørt av frammanundan, hvør skal vinna.
Men eg fari ikki at avdúka her, hvør vann dramatiska róðurina hendan sunnudagin í Bø.
Tað síggja tit, tá ???Fågelfangeren??? verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum í februar.
Føddur við mikrofon í hond
Hóast eg ikki havi sitið so ofta við árarnar, so hevur kappróður fylt nógv í mínum lívi.
Pápi mín Niels Juel var formaður í Havnar Róðrafelag frá 1943 til 1947 og hevði stóran áhuga fyri kappróðri. Tá útvarpið tók táttin upp at siga frá kappróðri longu frá byrjan í 1957, var tað hann, sum skapti tær spennandi og fyndugu reportasjurnar frá kappróðri.
Hann var tikin úr leikum sum frásøgumaður - og líka spentur sum róðrafólkið sjálvt. Tiltikin er føroyameistararóðurin á Skálafjørðinum í 1965, tá Havnarbáturin liggur fremstur, men knappliga leggur árarnar inn stutt undan málinum, tí teir hoyrdu eitt skot.
Tá rópar hann í mikrofonina og út yvir fjørðin: ???Rógvið havnamenn, rógvið ??? tit eru ikki komnir á mál enn!???
Sjálvur var eg ofta við á ferðum kring landið, so var eg ikki føddur við ár í hond, so var tað næstan við mikrofon í hond.
Eg minnist tað einu ferðina, vit vóru á Skálafjørðinum í trýssunum, at hann mátti leggja at landi hjá læknanum á Skála. ??lvurin var so sárur, og hann mátti penslast, skuldi hann klára at siga frá róðrinum tann dagin.
Slíkt hevði eg ongantíð hoyrt fyrr, men tað ljóðaði øgiligt. Men alt gekk væl, og vit komu heimaftur frá kappróðri í øllum góðum. Í mínum vaksna lívið rann hendan løtan ofta fram fyri eg aftur, og einaferð spyrji eg mammu, hvat hendi hjá læknanum á Skála.
Tá smílist hon og sigur: ???Tað hendi ikki annað enn, at hann fekk eitt glas av cognac ella tvey, so var hasin úlvurin uppá pláss.???
Andrea Árting legði lunnar
Hann skrivaði eisini 50 ára minnisrit fyri Havnar Róðrarfelag, og har fortelur hann, at Jens Christian Svabo skrivar um ætlanir at skipa fyri kappróðri í 1780???unum. Tá blómar altjóða handilslívið í Havn, tí Ryberg umpakkar romm, sukur og tubbak frá Amerika, so tað sleppur inn um bretsku handilsmúrarnar.
Skipaður kappróður verður kortini ikki royndir fyrr enn í 1870???unum á Trongisvágsfirði, og eini 10-15 ár seinni royna tey seg eisini í Havn, men tað dettur alt niðurfyri aftur.
Men fyri 100 árum síðani - í 1918 - bragdaði aftur. Og tá gingu kvinnurnar undan við Andreu Árting á odda. Hon settu lív í kappróðurin, tá hon í Tingakrossi lýsti eftir kvinnum, sum vildu rógva kapp á ??lavssøku.
Andrea og tær mannaðu fýra bátar, og hóast menn vóru tungir í reyvini tá á døgum, so kundu teir ikki lata sita á sær, at bara kvinnur vildu manna bát til ólavsøkuróður, so teir fingu mannað tvey áttamannafør.
Nøkur ár seinni var Havnar Róðrafelag stovnað, og tað hevur verið róð á ólavssøku øll árini síðani.
Við Jógvani kring landið
Tá pápi gavst at siga frá kappróðri í 1974, tók Jógvan bróðir við. Og sjálvur kom eg uppí sum frásøgumaður á málinum í áttatiárunum og segði eisini frá kappróðri á bátinum, tá Jógvani barst frá.
Eg eri so sera takksamur fyri tað tíðina og tær mongu góðu løturnar í sambandi við kappróðurin.
Tað var ein heilt serligur spenningur í luftini leygarmorgun umborð á Smyrli, tá vit sigldu norður til Klaksvikar, vestur í Vágar ella suður um fjørð.
Skipið var fult av væl útbornum ungum fólki ??? ja, uppí einar 80 bátsmanningar ??? sum seinnapartin skuldu fáa staðfest, hvussu nógv var komið burtur úr krevjandi venjingunum.
Tey fyltu mest í rúgvuni av stevnugestum, men røddirnar vóru ikki so mælskar á ferðini avstað. Men løðingin lá í luftini, tí spenningurin vaks tíma fyri tíma.
At spáka millum snøggu kappróðrarbátarnar á bryggjuni undan kappróðrinum hevði eisini sína serligu sjarmu. Føroyski kappróðrarbáturin er ikoniskur ??? eitt ediligt listarverk ??? ein estetisk perla. Tú kanst næstan ikki lata verða við at lata fingrarnar renna eftir stokkinum og linjunum.
Rerportasjan
Onkuntíð var bæði sjaskut og kalt at stima eftir vánni óg út á málið, men í minninum festa sólríku løturnar seg ofta best.

Nummar 4 skjót á, nummar 8 longur fram ??? og so skeyt hann, og manningarnar spenna í og taka fyrstu tøkini. Tað er ein so sera vøkur sjón, at síggja snøggu bátarnar taka seg rútmiskt fram eftir sjónum við takfastum áralagi.
Fyri at halda lív í reportasjuni er gott at hava ymisk mál at medda seg eftir og kunna gera støðuna upp. Tá var onki kamera umborð á bátinum, so vit kundu nokk so frítt meta um stavnar, skut, hálvar og heilar bátslongdir ??? og var tað ov keðiligt, so kundi man finna uppá ein spurt.
Men tá málið nærkaðist, var ikki rúm fyri skeivleikum, tí á Molanum hoyrast túsund røddir koyra á sínar bygdamenn og -kvinnur. Spenningurin veksur í hvørjum taki, tí tað styttist skjótt fram móti málinum.

Ein spurtur sníkti seg inn í taluna á regattuni hjá Tvørabátinum í Nordhavn.
Tøkini títtast, ferðin økist, summir dragna, aðrir renna avstað ??? men oftast í hørðum dysti millum fremstu bátarnar, sum taku seg fram stavn um stavn hvør í sínum taki. Róðursmaðurin koyrir á sínar menn, og manningarnar spíla seg út og geva tað síðsta, tær eiga ??? og so brestur skotið.
Róðurin er av. Lúgvaðu manningarnar bíða eftir dóminum av málinum, og tað ger útvarpsmaðurin á bátinum eisini. Tað er ikki lukkuligt at útnevna skeiva vinnaran.
Á málinum kundu vit sum oftast staðfesta, um skil var í metingini, tí har var peilingin snórabein, men tá tað var heilt tætt, skuldi videoupptøka til.
Nógvar góðar løtur
Tað var eitt privilegium at sleppa við til kappróðrarnar, tí vit hittu so nógv ymisk fólk um alt landið, knýttu nógv vinarbond, og blíðskapurin var stórur.
Summar løtur eru ógloymandi. Sum til dømis eina ferðina á Norðoystevnu í Klaksvík, tá veðrið var av tí allarfagrasta. Heiður himin, lýtt og ikki ein ond. Jógvan Vilhelmsen á Syðradali, sum førdi útvarpsbátin, legði eftir róðurin áttamannafarið nærhendis Kósabrúnni og borðreiddi so umborð.
Tá báturin var bundin, tók hann føt við smurdum breyði við alskyns føroyskum viðskera úr eini eskju og setti tey á bekkin. Í aðrari eskjuni hevði hann okkurt afturvið, og pakkaði eisini út gløs við gull rond, sum hann hevði pakkað inn í pappír. So sótu vit til háborðs umborð á áttamannafarinum í brennandi sólskini, nutu stóra blíðskapinum og skiftu orð um mangt og hvat.
Ein so serstøk og fín løta. Hetta var jú áðrenn føroyingar høvdu uppfunnið bátastevnur og gardinbátar. Vit fóru væl tilpassar heim aftur við Smyrli, og har var lagið altíð gott hjá teimum sum høvdu vunnið.

Heini Davidsen plagar at siga frá kappróðri á stevnunum í Danmark. Hansara oratorisku gávur eru tiltiknar.
Tað heilt serliga við kappróðrinum var ??? og er tað ivaleyst enn - at unga fólkið bar honum uppi. Tí hevur hann trivist so væl í so nógv ár. Eg veit væl, at ymsar hóttanir eru í tíðini, eitt nú tí tað krevst so nógv av róðrarfólki í dag, men vóni eldsálirnar framhaldandi megna at halda áhuganum fyri kappróðri uppi.

Í bókini skrivar Niels Juel, at meðan kappróðurin ikki hevði so góð gróðarlíkindi undir krígnum, so treivst hann væl millum útisetar í Keypmannahavn, og útisetarnir áttu sín lut í, at róðurin menti seg aftur, tá teir komu heim.
So gott í tykkum, sum skipa fyri róðuri við føroyskum bátum í Danmark. Haldið á við góða starvinum, tí vit hava brúk fyri, at bæði ung, tilkomin og eldri fjálga um kappróðurin úti sum heima.
Takk fyri og góða stevnu!
Magni Arge

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder