Ítróttur

Kappróður: 8-mannafør

...

2015-06-14 00:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Aftur í dag vór áttamannaførini trý í tali. Tey fingu ein javnan start og flylgdust inn ímóti uttara parti av bryggjuni. Argjabáturin og Heiðabáturin kappaðust øðuligt og skiftust um at liggja fremst, men tá ið farið var um málstrikuna, tá var Argjabáturin stavnin frammanfyri.

1. Argjabáturin 4.36.02

2. Heiðabáturin 4.36.11

3. Tofta Regin 4.41.16

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder