2015-06-14 00:22
7 dreingjamanningar vóru til kappróðurin á Sundalagsstevnuni. Á Norðoyarstevnu stóð kappingin millum Frúnna og Tjaldrið, tá vann Tjaldrið á sjálvari málstrikuni.
Frúgvin og Tjaldrið startaðu eisini best í dag, teir fylgdust teir fyrstu 500 metrarnar, men so tók Frúgvin nøkur tøk og løgdu Tjaldrið afturum, Tjaldrið royndi at svara aftur, men megnaðu ikki at halda Frúnni, sum í dag vann ein tryggan sigur við meira en einari bátslongd.
1. Frúgvin 5.03.23
2. Tjaldrið 5.06.21
3. Sílið 5.09.24
4. Beinta
5. Kollur
6. Ternan
7. Blikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald