Ítróttur

Kappróður: 10-mannafør

...

2015-06-14 01:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 10-mannaførini vóru í dag 5 í tali.

Tey fyngu øll ein góðan og javnan start, men skjótt sást, at kappingin fór at standa ímillum Drekan Reyða og Kláksvíksingin, teir skiftust um oddin, soleiðis sum teir áttu áratakið.

Kappingin var øgulig líka um málstrikuna, men í dag máttu argjamenn dvína fyri klaksvíksingum.

1. Klaksvíksingur 4.29.07

2. Drekin Reyði 4.29.24

3. Havnabáturin 4.32.06

4. Ormurin Langi

5. Nólsoyingur.

Allir róðrarnir vóru avgreiddir skjótt og væl, tá ið alt var liðugt vísti klokkan 16.30. Væl fyriskipað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder