Ítróttur

Kappríðing: Føroyameistarar 2015 í kappríðing funnir

...

2015-08-30 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroya Ríðingarfelag skrivar:

Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingafelag var í gjár - Hetta er dagurin har kappingarárið verður gjørt upp, og FM vinnarir verða kosnir.
30 ross vóru tilmeldaði og var nakað av spenningi í summum greinum.

Máni tvífaldur FM vinnari 

Máni hjá Knút Lútzen vann heili tvær kappingargreinar, bæði í Tølt og Trav gjørdi hann greitt og vann bæði á degnum og samlaðu FM kappingina. Tað eru fá ross og reiðfólk sum fevna so víða sum hesir báðir úrmælingarnir. Máni hevur vunnu nógv FM heitir í Trav, men vísir nú enn fleiri dygdir, aftaná at Tølt er komið inn sum nýggj kappingargrein.

Sokkur av Lamba vann FM í Skeið og Brá vann Tvíspor ung

Ein onnur kappingargrein ið er løgd afturat seinastu árini er Skeið, aftaná langan steðg avgjørdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag fyri nøkrum árum síðani, at taka hesa grein við aftur og tað vísti seg at vera ein røtt avgerð. Nógv ross kappast í hesu grein og eru tey eisini sera jøvn. 
Sokkur hjá Onnu Magnussen av Lamba vann FM í ár, tey hava verið sera støðug, hava luttikið í øllum kappingum og hevur hetta givið góð úrslit. Tey vunnu tó ikki á Heystkappríðingini, tað gjørdi Gunrid Hansen á Flugu við einari sera góðari tíð, 9 sek á 100 mtr.

Brá og Ragnheiður ??lafsdóttir vunnu Tvíspor ung, tey hava vunnu allar kappingarnar í ár. Onkra kapping hava tær eisini havt best tíð av øllum á breytini. Sera flott avrik hjá teimum báðum.

Fúsi vann FM í Tvíspor

Í bólkinum Tvíspor vaksin var tað ein gamal kenningur ið vann. Fúsi hjá Zacharias R. Jacobsen úr Leynum vann allar kappingar í ár og sostatt greitt FM. 
Aftaná skaðasteðg seinasta ár hava hesir báðir gjørt eitt ordans comeback. Men teir fingu tó harða mótstøðu í gjár - Hans Pauli Poulsen sum sjálvur eigur nógv FM heitir sat á hestinum Fjalir og góvu teir báðir Fúsa og Zacharias dyst til strikuna. Væntandi er at hesir báðir hestar fara at geva hvørjum øðrum harða kapping komandi ár.



Knút Lútzen á Mána - teir báðir gjørdist føroyameistarar í bæði Tølt og Trav, vorið sum bragd


Gunrid Hansen á Flugu. Tær báðar vunnu skeiðkappingina  


Brá og Ragnheiður ??lafsdóttir vunnu FM í Tvíspor ung, tær hava vunnu alt í ár


Spennandi riðil í Tvíspor l flokkur - Zaharias R. Jacobsen og Fúsi vunnu tó bæði riðil, kapping og FM



MBM burturlutaði gávukort áljóðandi kr. 5.000,- millum luttakaranar - Hesturin Fjalir vann og Hans Pauli Poulsen tekur ímóti vinninginum frá søluleiðaranum hjá MBM Valborg Laksafoss


Allir vinnarir á Heystkappríðingini samlaðir


Zacharias R. Jacobsen og Fúsi gjørdist føroyameistar í Tvíspor vaksin


??rslitini frá Heystkappríngini er at síggja her

Trýst her fyri at koma til úrslit

Meira myndir eru at síggja her

Trýst her fyri at síggja meira myndir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder