FSF: Kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at ikki meira verður gjørt við málið um hendingina millum Ari Mohr Olsen hjá HB og Mayowa Oladele Alli hjá KÍ.
Treytin fyri at taka mál upp fyri hendingar sum hesari er, at dómararnir ikki hava sæð hendingina, og at talan møguliga er um serliga grov brot. Kappingarnevndin hevur heimild at biðja Aganevndina taka mál upp, sum koma Kappingarnevndini til kunningar.
Kappingarnevndin kann nýta videomyndir til slík mál, og tað hevur Kappingarnevndin eisini kunna feløgini um, áðrenn kappingarbyrjan í 2016.
Eftir telefonsamrøður, videobrot og kjak í fjølmiðlunum, hevur Kappingarnevndin hugt nærri at málinum, og er samd um, ikki at gera meira við málið.
Orsøkin til avgerðina er tann, at á videomyndunum eru ov nógv ivamál, og at myndirnar ikki týðiliga vísa, at talan er um serliga grovt brot.
Róin Schrøter
Formaður í Kappingarnevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald