2014-06-06 00:51
Tuxedo Rebels hava givið fløguna "Sometimes The World Is Dark" út. Hon er tikin upp á Giljavegi í Sandavági fyri tað mesta.Í sambandi við útgávuna, hava vit skipað fyri eini kapping, har ein vinningur er ein framførsla heima hjá vinnaranum, har Tuxedo Rebels fara at framføra alla plátuna.Tuxedo Rebels skipa fyri kapping í sambandi við nýggju útgávuna, "Sometimes The World Is Dark": Ein av vinningunum er ein framførsla av plátuni heima hjá vinnaranum.Eva Johansen hevur tikið permumyndina, sum Uni Árting hevur sniðgivið. Spurningurin í kappingini er: hvar er henda myndin tikin?Tey, sum luttaka í kappingini, senda svarið, sum skal vera rætta bygdin/býurin, við telduposti til: [email protected] Vinnarin verður funnin á konsert, sum Tuxedo Rebels hava í Tutl handlinum á Káta Horninum tann 11. juli. Seinasta freist at luttaka er 10. juli.Vinningurin:Vinningurin er ein framførsla av plátuni "Sometimes The World Is Dark" heima hjá vinnaranum.Harumframt fær vinnarin ein Petur Pólson pakka við øllum trimum útgávum hansara, ein Knút Háberg Eysturstein pakka við øllum trimum útgávum hansara og so sjálvandi eisini ein Tuxedo Rebels pakka, sum er "Sometimes The World Is Dark" á LP+CD við download lepum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald