2017-07-30 21:53
Kappin hevur verið og royndarfiskað eftir skeljum við Svalbard.
Tað er altíð tungt at byrja nýggja veiðu. Kappin hevur 100 t og verur á Oyri í nátt ella tíðliga í morgin.
Nakrar broytringar skulla gerast á fabrikkini áðrenn fari verur avstaðaftur.
Skeljavertíðin við Føroyar byrjar nú í august.
Tað er O.C.Joensen sum eigur Kappan og eigur eisini Skeljatrolarin Norðheim. O.C Joensen er nokk elsta handilsvirki í Føroyum og hevur verið virkið síðan 1890.
O.C Joensen byrjaði at virka skeljaúrdráttir í 1970.
Skipari á Kappanum hendan túrin hevur verið Tórur Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald